Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ber til at gera stórhavn í Føroyum?

Tað mesta av tí, sum verður ført fram fyri eitt val, verður skjótt gloymt. Tó kann okkurt hanga eftir í huganum eitt vet aftaná.

Eitt, sum eg ofta havi hugsað um, er tað sum núverandi løgtingsmaðurin Hanus Samró segði um eina stórhavn í Føroyum. Hann segði, at ein av lærarum hansara í Niðurlondum hevði víst á, at sum var, vóru Niðurlond miðdepilin fyri flutningi til og úr Europa, og eingin kundi standa teimum kurl. Men so legði hann afturat: Einasta alternativið til Niðurlond í so máta eru Føroyar.

Tað niðurlendingar bera ótta fyri, er sostatt, at um ein stórhavn verður gjørd í Føroyum, so kann hon fara at bjóða skipum so góðar umstøður, at tað fer at bera til at kappast við størstu havnirnar aðrastaðni. Tá fer at bera til at skipa um farm í Føroyum og flyta hann til smærri havnir í Europa.

Vit kunnu sjálvandi siga, at hetta er reinur heilaspuni. Føroyar eru smáar, og tí ber ikki til at gera eina stórhavn her.

Men hinvegin eru Føroyar tríggjar ferðir størri enn Singapore, sum hevur eina av heimsins størstu havnum, og sum júst hevur sama lutverk sum Niðurlond hava í Europa.

Men hvar í Føroyum kundi ein slík havn verið gjørd?

Hetta er sjálvandi ein hóskandi spurningur fyri arkitektar. Men yvirhøvur kunnu vit siga, at fyri at fáa eina stóra havn er umráðandi, at brimgangurin ikki er ov nógvur, at vindurin er sum minst, og at vítt lendi er uppi á landi. Harumframt er ynskiligt, at farleiðin til havnina er so rein sum møguligt. Ikki hevði verið verri, um tað slapst undan at órógva verandi bygging. Hvat stað, ið lýkur hesar treytir í mestan mun, ber til at fáa svarað við teimum upplýsingum, sum longu eru til taks.

Ein slík havn krevur stórar íløgur. Nógvur kapitalur skal reisast. Sjálvandi verður farið undir verkætlanina av tí at hildið verður, at inntøkurnar kunnu renta íløguna. Men tað kann hugsast, at inntøkurnar av havnargjaldi ikki røkka til at gjalda allar útreiðslurnar tey fyrstu árini. Tí er tað, at tað almenna vanliga fer í veð fyri slík tiltøk. Sum er, eru havnir kommunalar, og tí hefta kommunurnar fyri tey lán havnirnar taka. Skal ein so stór íløga gerast sum henda, noyðast skattaborgararnir tí á onkran hátt at taka váða á seg.

Verður verkætlanin væl úr hondum greidd, og sannlíkt er, at hon tekniskt og fíggjarliga er forsvarlig, er valla nakað at ivast í, at tað hevði verið rætt at farið undir tað tiltak, sum Hanus Samró nevndi, so skip upp á 300.000 tons kunnu leggja inn her.

Málið er sera áhugavert og hevur í sær stórar møguleikar fyri Føroyar.

Verður tað væl fyrireikað og sett í verk við dugnaskapi og uttan óneyðugt drál, kann tað skúgva land okkara á batarveg.

Zakarias Wang