Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bensin til fólkið!

Nakrar viðmerkingar til Tórshavnar býráð.

Í samband við málið um Skálafjarðartunnilin hevur nógv verið tosað um demokrati og demokratiskar mannagongdir hjá landsins myndugleikum og sjálvt um málið ikki er heilt avhæsað enn, so tykist breið semja nú at vera um – bæði í samgongu og andstøðu - at málið er illa handfarið og sum tað fleiri ferðir er blivið nevnt, so var málsgongdin øvugt.

Eins og landsumsiting og landspolitikarar, so eru kommunur og kommunalpolitikarar til fyri at tæna fólkinum og kommunur eiga eisini at brúka demokratiskar mannagongdir í sínum málsviðgerðum við øllum tí, sum tað krevur av opinleika, hoyring og kunning.

Nakað herfyri frættist, at Tórshavnar býráð tann 16. september við 11 atkvøðum fyri og einari ímóti (ein býráðslimur var burturstaddur) - samtykti tilmæli frá tekniska stjóranum og teknisku nevnd um at játta umbønini frá Effo um at keypa lendið við Vegin Langa til nýggja bensinstøð.

Útstykkingin vesturi á Flat varð framd fyrst í 80-unum og Tórshavnar kommuna hevði tá nakrar greiðar visiónir um, hvat hetta umrødda lendið skuldi brúkast til. Vit, sum høvdu fingið tillutað grundstykkir vesturi á Flat í 1980 fingu m. a. at vita, at:

 "Í útstykkingini vesturi á Flat er øki tøkt til almennan stovn ella felags tiltak. Vanligt er, at tá nýggj økir verða bygd, er tørvurin hjá teimum einstøku familjunum samanfallandi, soleiðis, at tey eitt tíðarskeið tørva dagstovn, síðani frítíðarheim, tilhaldsstað fyri yngri og eldri skúlabørnum og síðani ungdómshús og felagshús".

Tað er sostatt eingin ivi um, at ætlanin var, at øki skuldi brúkast til felags gagn og lagt var upp til, at fólkið á staðnum varð tikið við í møguligar byggiætlanir. Eitt býlingshús bleiv eisini bygt á økinum í samráð við eigarafelagið og um eg minnist rætt, so hava ætlanir eisini verið frammi um at brúka lendi til fríøki.

Í hvussu er, so hevur tað okkum kunnugt ongantíð verið ætlanin, at økið skuldi brúkast til bensinstøð ella nakað líknandi.

Gaman í eru mong ár liðin síðani bygt varð vesturi á Flat, men um býráðið nú ætlar at víkja frá upprunaligu ætlanunum, so er minsta treytin samsvarandi áður nevndu demokratisku mannagongdum, at fólk á Flat verða kunnaði og hoyrd í málinum og tað skuldi sjálvandi verið gjørt so skjótt, sum tað tók seg upp og áðrenn nøkur samtykt varð gjørd í býráðnum hesum viðvíkjandi.

Men tíverri hevur tað víst seg, at býráðið púra ignoreraði avvarðandi borgarar. Fyrst við ikki at hoyra og kunna teir beinan vegin, men ikki nóg mikið við tí. Tá okkara eigarafelag heitti á býráðið um at koma á fund, so møttu politikararnir als ikki upp.

Í staðin varð tekniski stjórin sendur niðan og tað fyrsta hann segði var, at hann skuldi skjótt avstað aftur og tí var tað avmarkað, hvussu nógvum spurningum hann kundi svara.

Byráðspolitikarar og ikki minst borgarstjórin, plaga annars ikki at vera seinir at møta upp til alskyns tiltøk í Tórshavnar kommunu, men tað er sjálvandi ikki so stuttligt at møta fólki, sum hava hug at mótmæla, so tað hava býráðspolitikarar kanska hildið, at teir kundu fáa onkran annan at taka sær av.

Tekniski stjórin greiddi frá tí tekniska í málinum. Tað kunnu fleiri spurningar setast til tað, men tað er neyvan nakar ivi um, at tað tekniskt ber til at byggja eina bensinstøð á staðnum. Tað meira áhugaverda í hesum máli, er sjálv tilgongdin til ætlanina og hvørjir yvirorðnaðir tankar viðvíkjandi býarplanlegging, ið munnu liggja aftanfyri.

Her greiddi tekniski stjórin frá, at onkur í oljufelagnum Effo – og altso ikki nakar í býráðsumsitingini - hevur sitið og spælt sær við at finna eitt øki til at byggja eina bensinstøð. Viðkomandi eru so komnir fram til, at fríøkið vesturi á Flat er tað optimala fyri teir. Hetta oljufelag hevur síðani søkt býráðið um loyvi til at keypa økið og býráðið hevur, sum áður nevnt, samtykt at játta umbønini frá oljufelagnum um at keypa øki og harafturat er ætlanin at broyta byggisamtyktina fyri øki frá A1-øki (sethús) til C1-øki (vinnubygningar).

Eg má spyrja: Hvør er tað, sum leggur ætlanir fyri okkara bý?

Er tað so galið, at Tórshavnar býráð letur seg diktera av nøkrum oljubusiness dreingjum, tá tað snýr seg um býarplanlegging? Er talan um øvugta málsgongd, eins og hjá tí avsagda Innlendismálaráðnum?

Sum eg havi víst á, so hevur tað ongantíð verið ætlanin, at brúka tað umrødda lendið til bensinstøð, men hvussu ber tað so til, at býráðslimir í einari handavending og uttan hoyring av ella kunning til avvarandi borgarar fara at selja burturav økinum og enntá fara at arbeiða fram ímóti at broyta byggisamtyktina?

Hvat er tað, sum hevur sannført býráðspolitikarar um, at ein bensinstøð er tað, sum størsti tørvur er á hjá borgarum vesturi á Flat og nærhendis og at okkara grøna fríøki skal brúkast til hetta endamálið?

Eg kundi hugsað mær at vita, hvat forkvinnan í teknisku nevnd hevur at siga til verju fyri hesari ætlan? Hon plagar at føra seg fram sum ein “grønan” politikara. Hví møtir hon ikki upp vesturi á Flat og greiðir okkum frá, hvussu hon er komin fram til, at nú er tað altso “bensin til fólkið” sum er sakin og at tað er betri fyri okkum at fáa eina bensinstøð, enn at brúka økið til tey upprunaligu endamálini?

Hvat siga tit, ið sita í heilsu- og umhvørvisnevndini til hetta?

Forkvinnan í trivnaðarnevndini kundi eisini komið og greitt okkum nærri frá, hví hon heldur tað vera eitt framstig fyri trivnaðin á staðnum at leggja eina bensinstøð beint frammanfyri býlingshúsið, ið er barnagarður og vøggustova.

Tá ið nú hesir politikarar ikki møttu á fundi hjá okkum, so vænti eg, at teir fara at taka sær tíð til at svara hesum spurningum alment.

Tað kundi annars eisini verið áhugavert at vita, hvat arkitektar og býarplanleggjarar halda um ætlanina. Meina teir eisini at ein bensinstøð er til størri gagn fyri borgararnar enn tað, sum upprunaliga visiónin legði upp til?

Meðan eg havi skrivað hetta, hava keðiligir tankar støðugt trokað seg fram. Man tað vera so galið, at Tórshavnar kommuna nú roynir at selja burtur av okkara fríøki fyri at fáa pening til heilt aðrar ætlanir? Og kann tað hugsast, at býlingshúsið verður stongt og kanska selt til vinnulig endamál, tá ið økið er blivið til C-1 øki?

Tá ið nú býráðið hevur valt ikki at kunna borgararnar, so er freistandi at fara at gita, men sjálvandi fái eg meg illa at trúgva, at okkara super sosialdemokratiska býráð hevur slíkar duldar dagsskráir.

Vælsignaður borgarstjóri, hjálp mær at mana burtur hesar sjúku tankar!

Sum øllum kunnugt, so er ein bensinstøð í Gundadali og ein á Hálsi og har frá er tað eitt hanagleiv niðan á Flat, so bara av hesi orsøk er tað púra óneyðugt at leggja eina bensinstøð her uppi.

Tað eru annars tilsamans 4 bensinstøðir í Havn og á Argjum og ein og hvør borgari kann koma við bili til eina bensinstøð upp á minni enn 10 minuttir. Spurningurin er tí, um tað í heila tikið er tørvur á fleiri bensinstøðum í Tórshavnar kommunu.

Mín áheitan á býráðið er, at tit sleppa ætlanini um at lata fríøkið vesturi á Flat til eina bensinstøð og at gera øki til C-1 øki. Komið heldur við uppskotum, sum sampakka við tey upprunaligu endamálini og um tit ikki hava slík uppskot, so latið økið heldur liggja í friði í nøkur ár afturat.

Vesturi á Flat 19. oktober 2013

Sjúrður Heinesen