Beinleiðis bridge frá FM lið
Seinsta umfar í FM fyri lið verður leygardagin og sent verður beinleiðis á internetinum frá avgerandi dystinum millum Boga Simonsen og Per Kallsberg.
Alt bendir á at avgerandi dysturin í FM fyri lið verður seinasti dysturin leygardagin millum liðini hjá Boga Simonsen og Per Kallsberg. Bara 5 stig eru á muni millum liðini og tey hava hvør sínar tveir dystir eftir.
Fyri fyrstu ferð verður leygardagin sent beinleiðis frá einum bridgedysti í Føroyum. Til ber at fylgja við kort fyri kort.
Seinni dysturin byrjar klokkan 16.20 og til ber at fyglja við í báðum rúmum samstundis.
Beinleiðis sendingin fer framm á www.bridgebase.com og so undir Rama. Tað er ókeypis at fylgja við
Vegleiðing: Far inn í www.bridgebase.com. Trýst so á "Play bridge" og tá tú verður biðn um login og passwrod, so skal tú IKKI skriva nakað har, men trýsta á "Se dig omkring på vores side" og síðani á "RAMA (Livetransmission)".