Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Begga og John halda krúndiamantbrúdleyp

Begga og John Justinussen úti í Svanga hildu hósdagin krúndiamantbrúdleyp. Tey hava verið gift í 65 ár.

Begga og John eru ein býarmynd í havnargøtum í dag. Tey eru aktiv innan eldraøkið og eru nógv í Tilhaldinum, sum má vera aktivasta stað fyri pensjonistar yvirhøvur í Havn.

John hevur starvast hjá Tórshavnar Kommunu í heili 51 ár sum vegformaður og á asfaltverkinum hjá kommununi. Tey halda veitslu í Dansifrøi í kvøld.

Borgarstjórin, Heðin Mortensen, kom á vitjan úti í Svangá í dag og heilsaði uppá og gav eina blómsturheilsan frá kommununi.