Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

BBS.FO - EITT STAÐ HAR LESIGLEÐIN GRØR

Nú kanst tú sum lánari lesa og skriva stutt lánaraummæli, tá ið tú brúkar nýggju og framkomnu leitiskipanina hjá Býarbókasavninum í Havn. Skipanin tekur nevniliga støði í lesivanum, viðmælum og metingum, sum lánararnir sjálvir skriva.

Í sambandi við at Býarbókasavnið hevur fingið nýggja heimasíðu, tekur bókasavnið eisini nýggjastu tøknina innan leiting í brúk. Við at skráseta teg sum VIP-lánara, fært tú atgongd til at skriva ummæli ella viðmerkingar um bøkur, sum tú hevur lænt. Eisini kanst tú geva bókunum stjørnur, um tú hevur hug.

- Við at taka brúkaran við upp á ráð á hendan hátt, fáa aðrir lánarar hjá Býarbókasavninum íblástur frá hvørjum øðrum til at lesa bøkur og læna annað útlánstilfar. Ella sagt við øðrum orðum: Í nýggju leitiskipanini verða lánarin og lesigleðin sett í fremstu røð, sigur Arnbjørn Ó. Dalsgarð, býarbókavørður.

Harumframt kanst tú sum lánari hjá Býarbókasavninum sjálvandi framvegis bíleggja bøkur, endurnýggja tíni lán og gera tín egna minnislista við bókartitlum. Nýggja leititøknin ger tað eisini einfalt og lætt at finna útlánstilfar um ávís evni ella eftir ávísar rithøvundar – ella okkurt, sum líkist tí, tær vanliga dámar best.

Býarbókasavnið samstarvar við fleiri bókasøvn í Danmark og í Grønlandi um nýggju leitiskipanina. Hetta merkir, at tú sum lánari á einum av hesum bókasøvnunum kanst lesa viðmæli frá lánarum á hinum bókasøvnunum í hesum londum.

Nýggja heimasíðan og leitiskipanin hjá Býarbókasavninum er eisini lagað til teir lánarar, sum ikki eru so stinnir í føroyskum. Allar týðandi funkur á heimasíðuni eru á bæði føroyskum, donskum og enskum. Og minnist tú ikki, hvussu ein bókartittul, eitt rithøvundanavn ella eitt evnisorð skal stavast, fært tú hjálp frá einum yvirliti við leitiorðum, sum kemur fram, tá ið tú hevur skrivað nakrar fáar stavir í leititeigin.

- Samanumtikið hevur Býarbókasavnið í Havn fingið eina meira tíðarhóskandi og samvirkna heimasíðu og leitiskipan. Ella sagt við øðrum orðum: Eitt nútímans virtuelt bókamentaligt møtistað fyri allar borgarar í Tórshavnar kommunu – og onnur við, sigur Arnbjørn Ó. Dalsgarð, býarbókavørður.

Heimasíðuna hjá Býarbókasavninum finnur tú enn sum áður á www.bbs.fo