Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bátur sokkin í Skopunarfirði og ein maður saknaður

Dan Klein --- 01.09.2017 - 08:15

Klokkan 02.01 í nátt fekk MRCC boð um at farmaskipið Mykines hevði borið við á ein lítlan bát. Mykines vendi við beinanvegin og fór at leita eftir bátinum og fann hann. Teir settu so  MOB bátin út og   fingu bjargað einum manni av glastrevjabátinum. 

TÍÐINDASKRIV

Trolarin Bakur var staddur stutt norðanfyri. MOB báturin setti so enda á skadda bátin, sum fleyt tungt í sjónum. Tað varð so gjørt fast í hjá Baki, men stutt eftir slitnaði endin úr gelendaranum, har tað var gjørt fast og báturin sakk. 

Tað tók eitt sindur av tíð áðrenn staðfestur varð, at ein maður afturat var umborð ( í stýrhúsinum ) á lítla bátinum.

Brimil kom nakað seinni á staðið og hevur staðið fyri leiðsluni av leitingini. Afturat Brimli hava hesar eindir hava luttikið : Bakur, Stelkur, Skorðaberg, Vestmenningur, Mykines og Rescue Lív umframt at tyrlan hevur leitað við FLIR-inum. Veðrið á staðnum hevur verið gott.