Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bátavestivalurin á Toftum

Skráin í vikuskiftinum verður tann sama, sum ætlanin var, at hon skuldi vera síðsta vikuskifti, tá ið festivalurin varð útsettur orsaka av vánaligum veðurvánum.

Orsaka av vánaligum veðri gjørdu fyrireikararnir av mitt í síðstu viku at útseta bátafestivalin, sum ætlanin var at halda síðsta vikuskifti. Upp undir vikuskiftið var veðrið rættuliga gott, og onkur ivaðist kanska í, um tað nú var rætt at útseta. Men fyrrapartin leygardagin, tá ið bátarnir skuldu havt stevnt ínn á Skálafjørðin og síðani inn í Oyrahavnina, var veðrið sera illfýsið, og fyrireikararnir og øll í Nes kommunu mundu prísa seg lukkulig yvir, at fyrireikararnir høvdu tikið veðurmenninar upp á orðið, tá ið teir boðaðu frá vánaligum líkindum fyrrapartin leygardagin.

Eftir døgurða var veðrið aftur av tí besta, og harvið varð enn eina ferð undirstrikað, hvussu skiftandi veðrið er í Føroyum. Ofta vísir tað seg at vera soleiðis, at í einum samdøgrið eru allar árstíðirnar.

Nú verður festivalurin enn eina ferð fyrireikaður. Hann verður frá fríggjakvøldinum 10. mai og fram til sunnudagin 12. mai. Skráin verður tann sama, sum ætlanin var, at hon skuldi vera síðsta vikuskifti. Økið at seta kampingvognar á verður opið, søla av mati og drekka verður, sum tað varð ætlað síðsta vikuskifti, og undirhald av ymsum slagi verður, sum tað var lýst í skránni undan síðsta vikuskifti.

Síðsta leygardag var stórur dagur í Oyrum, tá ið Oyrahandilin læt upp í nýggjum líki. Har var ein rúgva av vitjandi. Ein partur av skránni á bátafestivalinum var, at mótasýning skuldi vera í Oyrahandlinum, og soleiðis verður tað eisini nú leygardagin. Oyrahandilin letur dyrnar upp klokkan 10, og hann fer at hava opið til klokkan 22. Mótaframsýningin verður klokkan 18.30.

Stóri spurningurin er so, hvussu tað verður við veðrinum. Sambært veðurforsøgnunum verður tað gott festivalveður á Toftum. Tað verður so at siga góðveður næstu dagarnar, og harvið verður tað gott og slætt hjá bátunum at sigla inn á Skálafjørðin og til Toftir.

Leygardagin verður sagt frá 3 til 8 metrum um sekundið av ymsum ættum. Tað verður skýggjað loft, og hitin verður 5 til 8 stig. Møguleiki er fyri onkrum ælingum.