Bátafestivalurin á Toftum nærkast
Komandi leygardag verður ársins fyrsti bátafestivalur, sum er tann á Toftum. Nógv áhugavert er á skránni. Bæði kent og gott gamalt, men sjálvandi eisini okkurt nýtt og áhugavert.
Leygardagin fer bátafestivalurin hjá Bátafelagnum á Toftum av bakkastokki, og talan er um tann fimtanda í røðini. Festivalurin, sum fer fram á kaiøkinum í bygdini, plagar at vera væl vitjaður, og tað vænta og vóna fyrireikararnir eisini fer at galda í ár.
Eins og undanfarnu árini verður festivalurin hildin fyrsta leygardag í mai, sum er nú leygardagin. Hóast kanska eitt sindur kølið, so eru veðurvánirnar fyri leygardagin rættiliga góðar.
Nógvir bátar plaga at luttaka, eins og nógvir kampingvognar seta kósina móti Toftum hesar dagarnar. Longu hósdagin letur kampingøkið við Toftagjógv upp, eins og vitjandi bátar sama dag hava møguleikar fyri at fáa pláss í bátahavnini.
Á sjálvun festivaldegnum leygardagin verður lagt til brots við, at bátarnir møtast inni í Skálafirði á middegi. Klokkan 12.30 verður byrjað at sigla út móti Toftum, har bátarnir plaga at koma út móti havnalagnum umleið klokkan 14. Ein hálvan tíma áðrenn – tað er klokkan 13.30 – byrjar Nes Sóknar Hornorkestur at spæla við bátahylin í Oyrunum, og klokkan 14 er kaffisøla og tombola í festivaltjaldinum, tá eisini hoppiborgirnar fyri børnini lata upp.
Klokkan 14.30 heldur Jóannes Hansen festivalrøðu í Oyrunum. Pylsuvognur letur upp á festivaløkinum klokkan 15, og hálvan tíma seinni byrjar sølan av væl umtøktu festivalbúffunum, eins og Eyðun Jacobsen leggur fyri við sangi í tjaldinum. Eftir hann koma Karstin Danielsen, Terje B. Vestergaard og Sámal Ravnsfjall við sínum sangi og tónleiki.
Sum nakað nýtt verður møguleiki fyri at koma út at sigla eina løtu við einum skjóttgangandi ribbáti, eins og at rógva kajakk í bátahylinum.
Klokkan 18.10 er mótasýning, og klokkan 19 syngið-við-tiltak við harmonikuundirspæli. Prikkin yvir i’ið seta sjálvandi Hallur Joensen og hansara band, ið aftur í ár spæla til dans frá klokkan 23.00.
Fyrireikararnir hava gjørt alt fyri, at Bátafestivalurin fer at eydnast væl og gleða seg til at taka ímóti nógvum gestum nú leygardagin.
Skráin fyri Bátafestivalin 2019 kann lesast í fullum líki á www.nes.fo.
Um nakar ynskir at vita meira um Bátafestivalin á Toftum, kann viðkomandi ringja til ein av fyrireikarunum, Høgna W. Høgnesen, tlf. 509311.