Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bátafestivalur í besta veðri

Hóast tað verður eitt sindur kølið, sær út til, at Bátafestivalurin á Toftum kann haldast í allar bestu líkindum. Sambært veðurforsøgnunum verður turt, sól fyri tað mesta og lítil ella eingin vindur. Nógv áhugavert er á skránni á ársins fyrsta bátafestivali. 

Eins og mongu undanfarnu árini, skipar Bátafelagið á Toftum fyri bátafestivali fyrsta leygardag í mai, og tað er sum kunnugt í morgin 2. mai.

Longu í gjár hósdagin lat kampingøkið við Toftagjógv upp, eins og vitjandi bátar sama dag høvdu møguleikar fyri at fáa pláss í bátahavnini. 

Í morgin leygardagin verður lagt til brots, og sum altið møtast allir bátarnir í Skálafirði og sigla út á Toftir klokkan 12.30. Fyrireikarnir vísa á, at samband er við førarabátin á kanal 8.

Tað verður forkvinnan í mentanarnevndini í Nes kommunu, Elin á Torkilsheyggi, ið tekur ímóti og bjóðar vælkomin. Harmonikuliðið spælir, og borðreitt verður við suppu við tilhoyri í matarhøllini á flakavirkinum.

Av øðrum á skránni er framsýning av ymsum livandi fisksløgum í Turkihúskjallaranum, hoppiborgum á festivaløkinum, rodeotarvi, eins og hyli við súkklubátum.

Tofta Kvinnufelag og Tofta Talvfelag skipa fyri køkutombula í teltinum, eins og møguleiki verður fyri at mála andlit. Somuleiðis eru bæði pysluvogur og kaffisøla.

Væl umtóktu festivalbúffarnir verða sjálvandi at fáa, og Hilmar Jan Hansen verður frásøgumaður í Stóratelti.

Av øðrum á skránni er skattaveiða, kórsangur, solosangur og sangur við løgtingsmonnum úr Eysturoynni. Forkunnugi vágabólkurin, Tinganest, fer at spæla í Stóratelti, og handlarnir Navia, Insito og Shari skipa fyri mótasýning.

Endin á bátafestivalinum er sum altíð dansurin í Stóratelti við sangi og tónum frá vælumtókta contrykonginum, Halluri Joensen.

Fyrireikararnir hava gjørt alt fyri, at Bátafestivalurin fer at eydnast væl og gleða seg til at taka ímóti nógvum gestum í morgin leygardagin 2. mai.

Skráin fyri Bátafestivalin 2015 sær soleiðis út:

12.30 Bátarnir eru komnir inn í Skálafjørð og seta kós móti Toftum
14.00 Bátarnir koma í bátahylin á Toftum
14.00 Framsýning av livandi fiskum í Turkihúskjallaranum
15.00 Hoppiborgir, rodeotarvur og hylur við súkklubátum 
15.00 Køkutombula við Tofta Kvinnufelag og Tofta Talvfelag
15.00 Andlitsmáling
15.00 Pylsuvognurin letur upp
16.00 Kaffisøla er opin
16.00 Sølan av teimun vælumtøktu festivalbúffunum letur upp
16.00 Hilmar Jan Hansen sigur frá
16.00 Skattaveiða
16.00 Kórið í Undirhúsinum syngur
16.30 Løgtingsmenn í Eysturoynni syngja
17.00 Petur Hans Hansen syngur
17.30 Bólkurin Tinganest spælir
18.30 Mótasýning við Navia, Insito og Shari
23.00 Stóri festivaldansurin við Halli Joensen byrjar