Bátaeigarar betri umstøður á Vánni og á Borðoyarvík
Á býráðsfundinum 20. mars 2012 samtykti býráðið tilmælið frá Havna- og Vinnunevndini um bátadráttir á Vánni og á Borðoyarvík, og upplýsir Atli S. Justinussen, nevndarformaður, at góðar umstøður eisini skulu gerast til at hava bátar uppi á landi við bátahylin á Borðoyarvík.
Havna- og Vinnunevndin mælti á fundi 8. mars 2011 til, at bátadráttir verða gjørdir á Vánni og á Borðoyarvík, og at nevndarformaðurin, havnastjórin og Norðoya Bjargingarfelag skuldu gera uppskot um, hvar dráttir kundu gerast.
Havna- og Vinnunevndin mælti á fundi 10. jan. 2012 til, at dráttirnir verða framdir innan 1. mai 2012.
Á skránni fyri býráðsfundin týskvøldið verður upplýst, at á fundi 28. feb. 2012 var fundur millum formannin í Havna- og Vinnunevndini, ráðgevara, umboð fyri Norðoya Bjargingarfelag og býarverkfrøðingin, har nýggj staðseting av bátadráttum var í uppskoti. Nýggju uppskotini lata upp fyri nýggjum bátaplássum á landi.
Flyta og betra bátadráttirnar
Mælt verður til, at bátadráttur verður gjørdur á suðursíðuni í bátahylinum á Borðoyarvík, og at bátadrátturin norðan fyri Stórukei, sum í verandi støðu verður nýttur til kappróðurin á Norðoyastevnu, verður útbygdur, so hann eisini kann verða øðrum bátaeigarum at gagni, samstundis sum ætlanin um bátadrátt sunnanfyri Lítlukei (Heimarubryggju) verður slept.
Arbeiðið, sum er mett at kosta 300 tús. kr., verður framt í 2012 og skal fíggjast innan fyri íløgujáttanina hjá Havna- og Vinnunevndini, har 3,1 mió. kr. eru settar av. Á býráðsfundinum 20. mars samtykti býráðið at taka undir við tilmælinum frá Havna- og Vinnunevndini, sum eisini Tekniska Nevnd og Fíggjarnevndin hava tikið undir við.
Atli S. Justinussen, formaður í Havna- og Vinnunevndini, upplýsir í hesum sambandi, at arbeitt verður við at innrætta eitt væl útgjørt bátapláss uppi á landi við bátahylin á Borðoyarvík, har bátaeigarar fáa høvi til – í góðum umstøðum – at taka báti upp á land til umvælingar v.m.