Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Barren Earth á G!

Finnland er av fremstu londum, tá tað kemur til málmstónleik, og eitt sera gott og spennandi dømi er Barren Earth, ið kemur at spæla á G! í ár. 

Ein sannur superbólkur við núverandi og fyrrverandi limum úr altjóða viðurkendum bólkum sum; Amorphis, Moonsorrow, Swallow The Sun og Kreator – og sjálvandi Hamferð, eftir at føroyski Jón Aldará í vár varð kunngjørdur sum nýggjur sangari í bólkinum.

Barren Earth spæla progressivan og melodiskan deyðsmálm, kryddaðan við elementum úr fólkatónleiki – ein samanrenning, ið fær íblástur úr teimum bólkunum, limirnir annars eru knýttir at. Samlað verður hetta eitt heilt serstakt og spennandi ljóð, ið hevur givið Barren Earth fjepparar um allan heimin.

Tónleikurin er myrkur, sveimandi og harður, og við Jón Aldará sum sangara hava Barren Earth ment seg og lagt eina eyka dramatiska síðu at tónleikinum. Jón og hansara íkast hevur verið við til at givið nýggjastu fløgu teirra ‘On Lonely Towers’ óendaligt rós.


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=HyRnf7CkSyI]