
Barnið í miðdeplinum
Týskvøldið 27. septembur 2011 kl. 19:00, verður árligi felags foreldrafundurin í bygdahúsinum á Strondum.
Tað verður Bjørghild Djurhuus, heilsufrøðingur, sum fer at hava fyrilestur. Evnið er: “Barnið í miðdeplinum”.
Heilsufrøðingurin fer at koma við nógvum áhugaverdum og møguleiki verður eisini til at seta henni spurningar undir fyrilestrinum og aftaná. Kaffi og køka verður at fáa í steðginum.
Kom við og fá eina áhugaverda og hugnaliga løtu, siga tey í foreldraráðnum fyri Lítlafløtt, og Skúlastýrið fyri Stranda skúla.