Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Barnaverndarlógin fyri løgtingið

Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur lagt barnaverndarlógina fyri landsstýrið, og uppskotið er nú farið til hoyringar í samgonguflokkunum. Eftir tað, er ætlanin, at lógin skal koma fyri løgtingið.

-Talan er um eina endurskoðan av verandi barnaverndarlóggávu, sum millum annað hevur við sær, at barnaverndarøkini skulu skipast í størri eindir. Barnaverndarmál eru sera viðkvom og trupul at umsita. Við størri eindum verður fakligi førleikin styrktur, umframt at trygdin hjá tí einstaka gerst munandi betri, vísir Annika Olsen á.

Aðalmálið í barnaverndarlógini er at verja barnið og at styrkja rættartrygdina hjá bæði børnum og foreldrum. Í umfatandi lógaruppskotinum um barnavernd eru fleiri broytingar. Uppskotið leggur millum annað upp til, at fráboðanarskyldan hjá bæði myndugleikum og vanligum borgarum verður herd, eins og fakligu krøvini hjá starvsfólkum í barnaverndarumsitingini verða skerpað.

Galdandi barnaverndarlóg varð sett í gildi 1. januar 2006.