Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Barnaumboð og Barnaráð skulu tryggja rættindini hjá børnum

Í gjár viðgjørdi løgtingið uppskot hjá Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, um Barnaumboð og Barnaráð.

Uppskotið um Barnaumboð og Barnaráð er ein liður í ætlanini hjá samgonguni at styrkja rættindini hjá børnum og ungum í Føroyum. Í 2011 lótu Sameindu Tjóðir úr hondum frágreiðing, sum vísti á, at rættartrygdin og rættindi hjá børnum høvdu verið betri tryggjað, um Føroyar høvdu eitt óheft barnaumboð.

Seinni í ár er ætlanin at hava uppskot klárt um, at Løgtingsins umboðsmaður víðkar sítt virksemi til eisini at fevna um klagur frá børnum og hava eftirlit við stovnum o.ø., har børn eru. Við hesum báðum broytingum hevur samgongan fylgt tilmælunum frá ST um óheft barnaumboð.

Sambært uppskotinum hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum skal Barnaumboðið virka sum óheftur talsmaður barnanna. Starvið er svarar til eitt 1/3 fulltíðarstarv. At ráðgeva Barnaumboðnum verður mannað eitt barnaráð, ið verður samansett av fólkum, ið hava serstaka yrkis- og ástøðiliga vitan á barna- og ungdómsøkinum.

Barnaráðið hevur seks limir umframt Barnaumboðið, ið er formaður í ráðnum. Barnaumboðið skal hava eftirlit við, at skipanir og tey tilboð, sum verða veitt okkara børnum eru nøktandi í mun til tey krøv okkara lóggáva ásetur, og í mun til endamálini og krøvini, sum verða nevnd í barnarættindarsáttmálanum hjá ST.

Umframt nevndu uppgávur skal Barnaumboðið hava sum aðalmál at tryggja, at rødd barnanna verður hoyrd í øllum lutum, ið hava við barna- og ungdómslívið at gera.

Eisini skal Barnaumboðið virka fyri at kunna almenningin og ta politisku skipanina, harundir landsstýrið og Løgtingið og kommunalu eindirnar, um lívskorini hjá børnum og ungum í Føroyum.

Løgtingsins umboðsmaður víðkar sítt virksemi

Barnaumboðið er ikki ein klagumøguleiki, eins og Løgtingsins umboðsmaður er. Tí snýr annar parturin av ætlanini um at bøta rættarstøðu barnanna seg um, at Løgtingsins umboðsmaður víðkar sítt virksemi til eisini at fevna um klagur frá børnum og hava eftirlit við stovnum o.ø., har børn eru.