Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Barnakonur kunnu nú koppsetast ókeypis ímóti kikhosta

Nú fáa barnakonur tilboð um at verða koppsettar ókeypis ímóti kikhosta. Tilboðið kemur í gildi í morgin, og verður í gildi til 1. februar 2020.

Kikhosti smittar illa, og kann verða vandamikil fyri børn yngri enn 2 ár. Børn fáa sína fyrstu kikhostakoppseting, tá tey eru 3 mánaðar gomul. Men tørvur er eisini á at verja tey børnini, sum eru yngri enn 3 mánaðar ímóti kikhosta. Danska heilsustýrið mælir til, at barnakonur verða koppsettar ímóti kikhosta, tí henda koppseting kann verja nýfødda barnið, til tað kann fáa sína fyrstu koppseting ímóti kikhosta.

Tær barnakonur, sum ynskja at verða koppsettar ímóti kikhosta, skulu venda sær til egnan kommunulækna, sum koppsetur.

Tilboðið um ókeypis koppseting ímóti kikhosta verður veitt hesum barnakonum:
Barnakonum, sum eru í viku 32.
Barnakonum, sum eru í viku 33-39, tá tilboðið kemur í gildi.
Barnakonum, har læknafakliga verður hildið, at vandi er fyri barnsburði áðrenn viku 32.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, fegnast um, at barnakonur nú fáa tilboð um ókeypis koppseting ímóti kikhosta.