Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Barnafrádrátturin hækkar

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at hækka barnafrádráttin í landsskattinum.

Skotið er upp at hækka barnafrádráttin í landsskattinum við 1000 krónum. Verður uppskotið samtykt, verður árligi stuðulin frá landinum umvegis skattaskipanina 6.500 krónur fyri hvørt barn undir 18 ár.

Endamálið við hesum uppskoti er at lætta um hjá barnafamiljum. Mett verður, at barnafamiljurnar er tann bólkurin í samfelagnum, sum hevur tyngstu byrðarnar av høga kostnaðarstøðinum og samlaða skattatrýstinum.

Uppskotið kostar landinum 14 milliónir krónur árliga.