Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Barnafrádrátt móti fólkaflyting

Jógvan Arge, Tórshavn, býráðslimur fyri Tjóðveldi

Tað er fínt, at alt fór upp at garta um skattin í Havn. Vit vita, at hann skal broytast og eisini á leið hvussu nógv í krónum. Meginpurningurin er, hvussu heildin fær bestu nyttuna burtur úr broytingini. 

Haldi ikki, at kommunuskatturin í TK skal leggjast øðrvísi á fólk, tí at landsstýrið hevur sett í verk ósosialan flatskatt, ið lívgar teimum vælbjargaðu og vendir teimum minni múgvandi bakið.

Hinvegin skula vit serliga taka okkara stig í skattamálinum út frá fortreytum, sum eru viðkomandi fyri Tórshavnar kommunu. Okkara ivaleyst størsta vandamál í dag er, at tað unga fólkið støðast ikki í høvuðsstaðnum og landinum.

Talið á kvinnum í burðarførum aldri hevur ongantíð seinastu 25 árini verið so lágt, sum tað er nú. Í dag eru tær úti við 1500 færri enn tær vóru í t.d. 1990.

Hetta merkir, at børnini eisini verða so nógv færri enn tey vóru tá. Fráflyting er úr landinum um somu tíð, og tí verða færri at bera samfelagið víðari. Í so máta verður støðan ikki betri av, at livialdurin hækkar.

Kommunan hevur ikki so nógvar knappar at skrúva upp á í skattamálum, men í eini roynd at bøta um skaðan eiga vit at lívga um barnafamiljur. Ein leið er at hækka barnafrádráttin í kommunuskattinum, so hesar familjur fáa betri ráð at liva her.

Frádrátturin er galdandi fyri børn undir 18 ár. Børnini í hesum aldri eru á leið 5.500 í tali. Nevndi fyri fleiri vikum síðani, at peningurin, sum verður tøkur á fíggjarætlanini, tá Boðanesheimið er liðugt og goldið, fer at síggjast aftur hjá fólki. Spurningurin var, hvussu hesin lætti fór at verða býttur.

Vit standa nú fyri at taka saman um fíggjarætlanina fyri 2013. Leggja ikki í beint nú at fara beinleiðis upp í kórið av yvirbjóðarum við barnatjekkum og slíkum, men ongin ivi er um, at hugur Tjóðveldis stendur til, at lata lættan serliga dugna har, hann kemur best við í allar mátar.

Ivist ikki í, at býráðssamgongan hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokki, besta samgonga í mannaminni, sum vant kemur til eitt skilagott úrslit, ið gagnar bæði fólki og býi. Hetta verður ein íløga, sum vil nakað, og sum saman við øðrum átøkum vónandi vendir teirri óhepnu gongd, sum er í løtuni.

Onnur átøk eru at gera tað høgligari hjá fólki at seta búgv bæði sum ung og í búnum aldri. Her seta vit okkara álit á nýggju møguleikarnar, sum eru veittir Húsalánsgrunninum við lóggávu. Skal ikki dylja, at nú kundu vit skjótt hugsað okkum at sæð ítøkilig úrlit, ið gera bústaðarmarknaðin lagaligari enn hann er.

Hesar nýskipanir eiga eisini at fevna um bústaðir til ung undir útbúgving. Hava tey møguleikarnar at seta fót undir egið borð í einum lestrarumhvørvi, so leita tey hagar. Eru ongir slíkir møguleikar, so koma tey ikki. Eitt gott og væl skipað lestrarumhvørvi í Havn verður gull vert fyri alt samfelagið.

Fáa vit vent teirri óhepnu gongdini, sum er í løtuni, við at lætta um hjá fólki, so eru vit komin so langt. Men vit mugu ikki gloyma, at kommunan framvegis má hava ráð til skilagóðan rakstur við góðum tænastum og neyðugum íløgum - til borgarans frama.

---