Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Barnafátækradømi: Stendur við og versnar

Talið av børnum í fátækraváða er framvegis yvir 1300, og støðan hjá teimum er versnað seinastu árini. Tað er eisini sera órógvandi, at talið av børnum í veruligum fátækradømi støðugt er vaksandi.

Nýggju tølini frá Hagstovu Føroya fyri fólk í fátækraváða, vísa, at 4.829 føroyingar høvdu í 2013 eina inntøku, ið var so lág, at tey vóru í fátækraváða. Talið av føroyingum í fátækraváða er frá 2010 til 2013 vaksið við 825 fólkum, og enn eru 1308 børn, sum liva í familjum í fátækraváða.

Talið av børnum sum liva í veruligum fátækradømi er vaksið við 24% í tvey ár. Hetta eru børn, sum hava livað undir fátækramarkinum í 3 ár ella meira.

Tað er serliga hjá støkum uppihaldarum, har yngsta barni er undir 5 ár, at vøksturin er sjónligur – tølini fyri henda bólk eru vaksin eftir einum árið úr 59,5% upp í 68,4%.

Gongdin har fleiri kvinnur enn menn eru í fátækrváða, heldur fram og veksur. 11,5 % av kvinnunum eru í fátækraváða, meðan 9,1% av monnunum eru í fátækraváða.

Parlagsstøðan hevur eisini stóran týdning fyri, um tú endar í fátækraváða. 68,4 % av støku uppihaldarunum, har yngsta barni er yngri enn 5 ár, eru í fátækraváða, meðan 9,9% av pørum, har yngsta barni er yngri enn 5 ár, eru í fátækraváða.

Í tølinum frá hagstovuni síggja vit somu ábendingar sum undanfarin ár. Støðan hjá teimum bólkum, sum eru ringast fyri fíggjarliga stendur við og versnar. Tað sum avgerð, um tú endar í fátækt er framvegis aldur, kyn og parlagsstøða.

Barnafátækradømi veksur
Tá eitt barn hevur livað undir fátækramarkinum í 3 ár, er talan ikki longur um at liva í fátækraváða, tá er talan um at liva í veruligum fátækradømi. Tað sum er ógvuliga álvarsamt er, at talið av hesum børnum er í vøkstri.

Í 2011 vóru 359 børn, í 2012 386 børn og í nýggjastu tølunum frá hagstovuni, er talið á børnum, sum liva í veruligum fátækradømi, komið uppá 444 børn. 

Gransking vísir á, at sjálvt stuttíðar-fátækradømi hevur neiliga ávirkan á menningina, uppvøksturin og framtíðar møguleikarnir hjá børnum. Longri børnini og familjurnar liva í fátækradømi, truplari er at koma burturúr støðuni, og størri eru avleiðingarnar fyri bæði børn og vaksin. 

Hóast hesa vitan, hevur politiski myndugleikin í áravís latið staðið til og bert hugt at, meðan talið av langtíðarfátøkum børnum er vaksin við 24%

Um hugt verður at støðuni hjá børnum í fátækraváða sæst, at tey skulu hava eitt munandi lyft í húsarhaldsinntøku, fyri at tey skulu koma burtur úr fátækraváðanum. Brekkan er vorðin brattari hjá hesum børnum í 2013 í mun til árið frammanundan, tí inntøkugloppið veksur og tað merkir, at vegurin hjá teimum at koma uppum fátækramarkið, er vorðin longri. Sama er galdandi fyri stakar mammur í fátækraváða, har yngsta barni er undir 5 ár og pør við børnum.

Hetta er ein ógvuliga neilig gongd.

Tølini tala
Vit síggja hvørja viku í okkara arbeiði familjurnar, sum liva handan tølini hjá Hagstovuni.

• Familjur sum enda í armóð, tí sjúka rakar. Sjúkradagpeninginalógin er als ikki nøktandi fyri familjur, sum verða raktar av langtíðarsjúku s.s. krabbamein, tunglyndi o.s.fr.
• Familjur sum verða heimleysar, tí tey megna ikki høgu húsaleiguna har tey búgva. Vit hava ongar bíligar leigubústaðir til familjur við fleiri børnum.
• Familjur sum hvønn mánað ikki fáa tøka peningin at røkka til mat. Inntøkan er snøgt sagt so lág, at hon røkkur ikki til mat í ein heilan mánaða.
• Harðskapsraktar kvinnur, sum hava trupult við at fóta sær fíggjarliga. Oftani fáa tær onki við sær, tá tær mugu rýma við børnum, og vit hava í seinastuni hjálpt fleiri kvinnum við gávukortum til mat, har hjúnarskilnaðurin dregur út og tær koma tí ómetaliga illa fyri, tí tær fáa hvørki barnapening, barnaískoytið ella aðra hjálp. Nógvar av hesum kvinnum standa púra á berum.

Børnini onki trygdarnet
Í øllum hesum familjum eru børn, sum hvønn gerandisdag merkja og mugu liva við teimum avleiðingum og tí ótryggleika, sum ein fíggjarliga trongstøða hevur við sær. 

Hvar er trygdarnetið hjá hesum børnum, tá sjúka, skilnaður ella aðrir trupulleikar raka familjuna og fíggjarstøðuna?

Í Føroyum hava vit onga lóg, sum tryggjar børnum sømilig kor. Ongar ásetingar eru, hvørki í okkara almannalóggávu ella í okkara barnaverndarlóggávu, sum heimilar t.d. at hjálpa eini barnafamilju, sum vegna sjúku ikki eigur fyri mat. Tí mugu hesar familjur liva og yvirliva við hjálpa frá sínum nærmastu, samkomum og sjálvbodnum felagsskapum.

Hava rópt varskó
Vit settu okkum í samband við landsstýriskvinnuna í almannamálum í 2013, har vit sendu henni eina frágreiðing um støðuna hjá hesum børnum og familjum teirra, og róptu varskó, tí støðan hjá nógvum av hesum børnum, var út av lagi vánalig. Men vit frættu ongantíð nakað aftur og onki er hent, sum lyftir hesi børn úr fátækradøminum.

Nú veit eg av royndum, at at landsstýriskvinnan fer at vísa á, at hon hevur økt barnaískoytið við 9 kr um dagin til hesi børn, men tað munar alt, alt ov lítið hjá hesum familjum. Tí tað skal ein størri upphædd enn tað til, at lyfta tey úr fátækradøminum.

Nýggjast átakið frá landsstýriskvinnuni, við at hækka loftið fyri frípláss, hjálpur heldur ikki hesum familjum, tí tær hava so mikið lága inntøku, at tær longu hava frípláss til barnaansing.

Hækkingin sum var framd í forsorgarveitingunum til forsyrgarnir í 2013, sær heldur ikki út til at muna hjá familjunum í fátækraváða.

Skal munur verða á børnum?

Áðrenn løgtingið fór í summarfrí, feldi samgongan uppskot frá andstøðuni um serligt barnaískoytið til tey børnini, sum eru harðast rakt av fátækradømi. Uppskotið kundi verði ein ómetaliga góð hjálp, og kundi verði avgerðandi munurin, um ráð er til eina heita máltíð hvønn dag, ella um ráð er at halda ein barnaføðingardag ella ikki. Men samgongan feldi uppskotið og tí bíða hesi børn enn.

Løgmaður lovaði í viðgerðini av uppskotinum, at ein bólkur skuldi setast. Hesin bólkurin er farin til verka í vikuni. Hesin bólkur hevði aldrin sæð dagsins ljós, um ikki sjónvarpssendingin ”Við hjálp frá góðum fólki” vísti, hvussu børn í fíggjarliga sperdum familjum liva. Ongin ivi er um, at um Miðlahúsið við átakinum”Meðan vit bíða” ikki hevði lagt eitt trýst á politisku skipanina, so var onki hent. 

Út frá teimum royndum vit hava gjørt okkum í okkara arbeiði, seinatu 6 árini kunnu vit staðfesta, at fátækastu børnini í Føroyum hava ongan góðan átt, millum tey sum rátt hava fyri borgum seinastu árini.

Áðrenn hagstovan byrjaði at framleiða tøl fyri 5 árum síðani, var undanførslan hjá politisku skipanini, at tað bar ikki til at gera nakað. Tí tøl og vitan manglaðu. Aftur og aftur settu tey spurnartekin við, um nakar í heila tikið var fátækur í Føroyum.

Nú hava vit øll tølini og tað vitan, sum skal til fyri at gera nakað. Hendir onki eftir Ólavsøku, so er tað tí at samgongan tilvitað hevur avgjørt, at í Føroyum SKAL munur verða á børnum.