Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Barna- og ungdómspolitikkur 2009 – 2012-

Sitandi samgonga millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi hava framt nógv í verki innan barna og ungdómsøkið síðan januar 2009 til dagin í dag.

Her kunnu nevnast nøkur ting, sum vit hava sett í verk:

Ungdómstilboð í Látrinum í Nólsoy.

Ungdómstilboð í Klubb 188 í Hoyvík.

Ungdómstilboð úti á Norðasta Horni.

3. flokkur hevur nú eisini frítíðartilboð.

Dansifrøði verður brúkt til dans, DJ-Show, o.a nakrar ferðir árliga fyri ungum upp til 18 ár.

Serstova er gjørd til børn við serligum fakligum avbjóðingum í Hoyvík.

Umframt eru 3 milliónir settar av til at innrætta loftið í Ítróttarhøllini í Kollafirði til KÌF og til frítíðarskapandi virksemi hjá kollifiringum.

Útbygging og umbygging av fleiri ítróttarhallum

Spælipláss og sparkivallar eru og vera gjørdir ymsa staðir. Eitt nú úti í Svanga og í Kollafirði.

Sjálvsagt er nógv annað eisini gjørt, sum ikki er umtalað her.

Sjálvsagt vantar nógv enn, men her er virkuliga komið nakað av skafti hesu fáu árini henda býráðssamgonga hevur sitið við róðrið, um onkur skuldi ivast.

Tey mál, sum eg vil arbeiða víðari við innan barna - og ungdómsøki eru:

At betra um verandi umstøður og karmar innan barna- og ungdómsøkið.

At vit fáa gjørt eitt ungdómstilboð úti á Argjum og á Velbastað.

At vit fáa gjørt fleiri frítíðartilboð til børn og ung frá 3 til 5 flokk í Badmintonhøllini og í Hoyvík.

At vit byggja ein nýggjan dagstovn í Kollafirði.

At børn og ung við serligum tørvi fáa somu kommunal klubb- og ungdómstilboð sum onnur.

At vit gera 1 ella 2 serskúlar/ ella serskúlaeindir í verandi fólkaskúlakarmum í Hoyvík og í miðbýnum.

At vit gera fleiri spælipláss.

At vit gera fleiri FIFA sparkivallar.

At vit gera eitt kommunalt ungdómsráð.

At vit gera eitt felagsráð fyri børn við serligum avbjóðngum.

At vit gera serliga serstovur innan dagstovnar

At vit gera ein stuðulsgrunn til útbúgvingar hjá starvsfólkum innan dagstovnaøki

At vit gera eitt multiskapandi barna og ungdómshús í Hoyvík

At alt dagstovnaøkið verður høgt raðfest.

At vit fremja skipaðan barna og frítíðarpolitikk (ikki fyribilsloysnir)

Ja, her er nakað at gera og hugsa um, men alt hetta omanfyri ber væl til at fremja. Nakað kann gerast her og nú og restin kann gerast við tíðini. Við politiskum vilja, samstarvið og fíggjarligum skynsemi ber nógv til.

Levi Mørk - býráðslimur

www.levimork.com