Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Barnalótir...

Dan Klein --- 02.04.2018 - 09:55

Perlur úr Oyggjatíðindum 9. januar 2009: Í einum av sínum seinastu og mest tápuligu avgerðum, segði hann pedagogum úr starvi mikudag, men mátti seta øll aftur í størvini fríggjadag. Hann ætlaði at leggja stovnar saman, sum ikki heimld var fyri...

Kristiskur journalistikkur er ikki væl sæddur í Føroyum. Her trívist myndugleikin best, verður hann sleiktur niður eftir rygginum

Men myndugleikin er eisini blíður við útberingini av halt-kjaft-bommum og sosialhjálp til pressuna.

Men nú er ikki nógv at gera gott við - í hvussu so er ikki í Klaksvík, so helst verður svangligt hjá puddelhundunum á lokalidiotisku.

Tá Oyggjatíðindi skal røkka øllum landinum, er tað avmarkað orka, ið kann leggjast í, men vit hava tó eisini rokkið til Klaksvíkar.

Úr rúgvuni, kunnu vit nevna Phønix-gøluna, har undanfarna býráðssamgonga hevði spælt eina millión út á bláman.

Vit minnast øll kommunalu forfylgingina av sóknarprestinum, Hans Eiler Hammer. Helst bara fyri at útvega einum advokati kaviar uppá breyð.

Eisini kann nevnast fleiri ólóglig byggiloyvir við vælsignilsi frá kommununi, sum ta einu løtuna rakk til góðkenning í landsstýrinum.

Tað skuldi ikki verið neyðugt, at nevnt hvussu svínoyingar vóru lokkaði uppí kommunalu eindina, og hvussu roynt var at fáa fatur í kommunukassanum í Hvannasundi, men vit gera tað allíkavæl.

Í eitt heilt ár hevur kommunan livað í luxus og fløtaskúmi, meðan snúltarar hava skúmað fløtan.

Undan býráðsvalinum komu boðini um armóðina. Kommunan var fallitt, og peningastovnarnir høvdu ikki longur álit á Klaksvíkar kommunu.

Ballið var buið, sum onkur býráðslimurin orðaði seg. Hann bleiv eisini avloystur, og nýtt fólk valt inn.

Fleiri uppsóknir vórðu fráboðaðar, og fleiri vóru eisini gjøgnum førdar.

Mikudagin avdúkaðu vit, at kommunan hevði sagt, Andrasi Joensen, úr starvi aftaná 21 ár, sum leiðara á vegdeildini.

Í hansara stað bleiv verkfrøðingur valdur. Hesin skal sjálvandi hava munin meira í løn, og hann verður burturav skrivstovugeneralur.

Men eitt annað mál, kløkkaði nógv meira. 

Kommunan hevði funnið útav, at sparast kundi munandi við at leggja  kommunala barnagarðin, Fjallafípuna, saman við húsinum hjá Ólav Gaard, sum vórðu keypt til sjálvognarstovn og virkaði sum barnaansingarstovnur.

Men tá uppsøgnirnar vóru avgreiddar ein mikudag undan býráðsvalinum, fekk kommunan at vita, at tað var ikki heimild í lógini, at leggja stovnarnar saman.

Men nú vóru fleiri starvsfólk - pedagogar og onnur, longu uppsøgd, og fanin var leysur, tó at gølan varð rætta fríggjadagin aftaná.

Borgarstjórin, Janzy Biskupstøð, Jórun Høgnesen og onnur, máttu pent bíta í súra eplið, og biðja um umbering fyri uppsøgnunum.

Men skandalan var hend, og avleiðingin kom eisini á valinum.

Ræðuligt
- Hatta var ræðuligt, og átti ikki at komið fyri, sigur býráðslimurin, Atli S. Justinussen, sum sjálvur tá eisini var partur av meirilutanum.

- Men hatta var ikki mítt borð, sigur Atli...