Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bárður spyr Kristinu um frágreiðingina hjá Búskaparráðnum

Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, fer á tingfundinum í morgin mikudagin 19. september at seta ein munnligan fyrispurning til Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum um frágreiðingina hjá Búskaparráðnum

Spurningar til landsstýriskvinnuna:
1.    Kann landsstýriskvinnan vátta, at almennu útreiðslurnar, ið hon hevur ábyrgdina av, eru vaksnar við 4-5% um árið, sum talva II 2 í Búskaparfrágreiðingini vísir?

2.    Heldur landsstýriskvinnan tað verða skilagott, at reka konjunkturviðgangandi fíggjarpolitikk?

Viðmerkingar
Í heystfrágreiðingini frá búskaparráðnum verður dentur lagdur á, at neyðugt er við betri stýring av almenna búskapinum. Samstundis sum víst verður á, at almenna nýtslan og íløgurnar eru konjunkturviðgangandi, eisini hjá landskassanum.

Høvuðsuppgávan hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum er at tryggja samlaða haldførið í føroyska búskapinum. Sterkasta amboðið at tálma sveiggjum í búskapinum er at føra kontraktivan fíggjarpolitikk, tá ið tað rekur við. Hetta merkir, at tað almenna roynir at halda aftur, tá ið vit hava búskaparligt viðrák.

Vit hava havt búskaparligt viðrák síðani 2012, og hava vit sjáldan sæð so stóran búskaparvøkstur fleiri ár á rað, sum hesaferð. Nú vísir búskaparráðið á, at vøksturin er steðgaður og einans er ein triðing av tí hann hevur verið.

Um vit framskriva tølini frá búskaparráðnum við fíggjarlógini fyri 2018 og tølini frá kørmunum hjá landsstýrinum, framgongur at landsstýrið í inniverandi valskeiði hevur hækkað útreiðslurnar við útvið 1.000 mió. í einstaki borgarin og vinnan skulu gjalda meir í skattum og avgjøldum hvørt ár frameftir.

Sambandsflokkurin