Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bárður S. Nielsen spyr Kristinu Háfoss um somu pengar, sum verða brúktir fleiri ferð

Dan Klein --- 28.09.2017 - 08:57

Til løgtingsfundin í morgin 27. september 2017, hevur Bárður S. Nielsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, sett Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, ein munnligan fyrispurning um somu pengar, sum verða brúktir fleiri ferð

Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:
1. Kann landsstýriskvinnan vátta, at av teimum 93 mió. kr. í eyka vinningsbýti, verða 85 mió. kr. játtaðar til ymisk endamál, og síðani verða hesar somu mió. settar í búskapargrunn?

2. Ætlar landsstýriskvinnan, at helvtin av teimum 93 mió. kr, ið broytti uppgerðarhátturin av serinntøkum betrar RLÚ við, eisini skulu í búskapargrunnin, sum ásett er í lógini?

Í viðmerkingunum til munnliga fyrispurningin sigur Bárður S. Nielsen, løgtingsmaður, at nú eykajáttan er framløgd, roynir Landsstýrið at fjala veruleikan, við at somu pengar verða brúktir fleiri ferð. 

Nú pengarnir fossa úr landskassanum, eru góð ráð dýr, og kreativar loysnir mugu finnast, sum geva eina sminkaða mynd av tí, ið veruliga gongur fyri seg. Men at brúka somu pengar fleiri ferð, er at fara ov langt, og átti hetta at verði steðgað, áðrenn tað kom fyri Løgtingið, antin av Fíggjarmálaráðnum ella av Løgmanni.

At enda sigur Bárður S. Nielsen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at málið snýr seg um, at landskassans partur av eyka vinningsbýtinum frá BankNordik verður tikið við í eykajáttanina við 93 mió. kr. Hesir pengar verða umvegis eykajáttanina sendir út til nýtslu í samfelagnum. Síðani verða pengarnir, “ið eru brúktir” settir í Búskapargrunnin 93 mió. kr., og av tí at landsstýriskvinnan broytir aðalregluna um, hvussu serinntøkur verða bólkaðar á fíggjarlógini, endar helvtin av hesum 93 mió. enn einaferð í Búskapargrunninum.

Soleiðis blíva 93 mió. kr. til 233 mió. kr. 

Sambandsflokkurin