Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bardagin um arvamilliónirnar

Lesið greinina um kvinnuna, sum varð Sexmisbrúkt og útspilt. Greinin stóð fyrstu ferð at lesa í Oyggjatíðindum nr. 39, frá 4. november 2011.

Oyggjatíðindi hevur í eitt ár, og gjøgnum eitt hav av greinum, viðgjørt umstøðurnar hjá einari familju, sum hevur vassað í pengum, misbrúki og incest. Har vaksin og børn hava verið droggaði og misbrúkt, og fingið falskar diagnosur. Har persónur er deyður av vanrøkt, og ein annar er eitraður til deyðis, og at líkváttan byggir uppundir sterkan illgruna um morð. Tað stóra spælið er tó bardagin um arvamilliónirnar.

Tað var ein mamma, sum í dag er í fimtiárunum, ið vendi sær til blaðið. Orsøkin var, at hon hevði bart seg burturúr haftinum, fyrrverandi maður hennara hevur vavt hana inn í. Maðurin hevði fullkomið tamarhald á kvinnuni, sum er krúnarvingur til nógvar hundrað milliónir.

Kvinnan var hildin í einum rúsi av heilivági, sum Oyggjatíðindi fyrr hevur viðgjørt. Vit hava eisini skrivað um hvussu tað eydnaðist manninum, at gera eina falska diagnosu av konuni við at samstarva við ein 70 ára gamlan danskan psykiatara, sum gjørdi eina diagnosu av konuni, ið knappliga var skitsofren og dement, og ikki kláraði at stýra sær sjálvum ella sínum lívi.

Hesin 70 ára gamlingurin kannaði tó ongantíð kvinnuna, men hetta eiturskjal, sum kom burturúr, sendi maður hennara runt í allari skipanini – barnavernd, almannaverk, løgreglu, dómhús og til ríkisumboðið, og tryggjaði sær, at kvinnan ongantíð skuldi takast í álvara.

Men undan hesum hevði kvinnan eina fyritøku saman við manninum, sum koppaði øllum. Kvinnan valdi at rýma til útlandið, meðan maðurin koyrdi fyritøkuna á heysin. Kvinnan nevnir, at maðurin framdi svik, sum bleiv krógvað í einari persónligari sanering, men tað, sum hon ikki visti var, at maðurin dróg hana inn í saneringina, fyri at geva henni ábyrgdina fyri, hvat hann sjálvur hevði gjørt.

Tað bar jú væl til, tí kvinnan, sum tá eiisni var kona hansara, var so øgiliga “sjúk”.

Trupulleikin fyri kvinnuna var, at hon heldur ikki hevði minstu hóming av, at hon var partur av hesi sanering, sum fór fram í 2004. At hon eisini varð sanerað undir sama hatti fekk hon ikki at vita fyrr enn í 2009.

Við demens-diagnusuni, hevði kvinnan heldur ongar trupulleikar at fáa pensjón, sum maðurin legði seg á. Hann skrivaði falskar váttanir til peningastovnar, og gjøgnum árini drenaði hann kvinnuna fyri slaka millión krónur, og hevði heldur ikki nakra virðing fyri, at konan hevði ektapakt.

Maðurin verður rættiliga ørkimlaður av, at kvinnan spakuliga avrúsar seg sjálva, og megnar at taka stig til, at sleppa burturúr hjúnarbandinum, men tá maðurin sær, at hann ikki kann fáa gullhønuna, velur hann at verja verja “gull-eggini”, og harvið milliónirnar.

Síðani byrjar eitt hart stríð millum konu og mann. Tá hann sær, at hann ikki longur kann fáa konuna, so skal hon heldur ikki hava børnini, tí so missir hann allar møguleikar til fleir-millióna arvin. Og kanska er hann ikki so illa fyri kortini, tí tveir svograr eru longu deyðir, ein svigarinna bleiv, tá hon meldaði pápa sín fyri incest, droggað frá hesum heimi, og fekk diagnosuna, demens og skitsofreni. Hon er burturgoymd í einum heimi í Danmark.

Sama diagnosa , sum systurin breyt seg burturúr, sum maðurin følir er tann einasti persónur, sum er millum hann og arvin, sum samanlagt er uppá fleiri hundrað milliónir.

Tað er í dag sera ivasamt hvør tað er, sum stýrir gesheftini, men hvørjaferð onkur arvingur doyr, so hevur mannagongdin verið, at biðja tey, sum hava rætt til arv um at frásiga sær hendan arvin, afturfyri at fáa eina minni upphædd – t.d. kr. 10 túsund kr.

Men við at frásiga sær arv frá teimum arvingum, sum doyggja burturav, frásiga tey sær eisini tann arvin, sum hesi eiga eftir mammuni, og pápanum.

Kvinnan, sum sjálv er sexmisbrúkt, droggað og marginaliserað av manninum, frásegði sær rætt til arv aftaná bróðrinum, sum doyði av misrøkt, men noktaði at frásiga sær arv aftaná bróðrinum, sum varð eitraður til deyðis í Danmark.

Hetta hevur fingið panikk í fleiri persónar í Føroyum, sum nú av røttum føla seg hóttar. Uppa skrift sigur advokatur, at elligamli Goodfather ongan lut eigur í kravinum um arvaavkall. Spurningurin er so hvør stýrir hesum partinum av gesheftini?

Trupulleikin nú er, at bróðurin doyr í Danmark, og skiftið skal so eisini gerast upp har. Í Danmark hava advokatarnir í Føroyum ikki líka gott tamarhald á myndugleikunum. Advokaturin, sum skal gera deyðsbúgvið upp, fær ikki viðkomandi skjøl úr Føroyum, og tað er nógv sum bendir á, at dótturin hevur rætt í, at bróðurin – uttan at vita tað, hevur verið brúktur til at hvítvaska pengar, og tí verður hildið fast í skjølunum, sum annars hoyra til deyðsbúgvið.

Pápin, sum sjálvur er góður fyri fleiri hundrað milliónir, situr í óskiftum búgvi, men tá konan doyði, varð hon skrásett at eiga 40 milliónir kr. á bók.

Tá ið maðurin misti gullhønuna, skuldi hann, sum sagt, hava gull-eggini. Hann stevndi konuni, uttan at hon fek tað at vita, við kravi um, at hann skuldi hava fyribils foreldramyndugleika yvir børnunum. Hann tryggjaði sær, at konan fekk ein advokat, sum hann sjálvur hevði brúkt til nógvar skitnar leikir.

Maðurin fekk fyribils foreldramyndugleikan yvir børnunum, uttan at fyrrverandi konan visti av. Hon fekk ongantíð at vita um sakina, og harvið heldur ikki boð um at møta. Tað eydnaðist sostatt manninum – og helst við følsku diagnosunum, at fáa fyribils foreldramyndugleikan tá.

Kvinnan, sum tá var í feriu í útlandinum við børnunum, har hon arbeiddi við, at fáa teimum serkøna hjálp at sleppa burturúr haftinum hjá fyrrverandi manninum, sum hon veit hevur misbrúkt børn, og eisini visti um, at tey vóru “lænt” út, sum hon sjálv bleiv tað, tá hon var lítil.

Við følsku diagnosuni um demens og skitsofreni, setti maðurin seg í samband við donsku sendistovuna, at fáa hjálp at fáa børnini frá hesi “sjúku” kvinnuni, sum hevði burturflutt børnini í móti sínum vilja. Hann hevði nú eisini ein dóm um fyribils foreldramyndugleika. So tað lá bara ræði fyri.

Meðan fólk frá donsku sendustovuni tosaðu við kvinnuna í einum parti av húsinum, pakkaði pápin klæðini hjá børnunum í einum øðrum parti av húsunum, men hevði annars onki samband við fyrrverandi konuna, sum heldur ikki fekk at vita, at børnini skuldi takast, ella, at maðurin var í landinum.

Tað einasta hon fekk at vita var, at fólk frá sendustovuni skuldi kunngera henni niðurstøðuna av dóminum um, at pápin nú hevði fingið fyribils foreldramyndugleika yvir børnunum í einum dóm.

Maðurin fekk við sviki og einum plantaðum advokati, ið forðaði kvinnuni at koma til orðanna í rættinum, fyribils foreldramyndugleika yvir børnunum. Hann billaði øllum inn, at kvinnan hevði burturflutt børnini til eitt fremmant land, og við følsku diagnosuni, bar tað væl til at fáa øll at hoppa uppá límpinnin, meðan hann sjálvur við hjálp frá donskum myndugleikum, rændi børnini frá mammuni.

Í dag vita vit, at hetta fær sera álvarsamar avleiðingar fyri advokatin, sum hjálpti manninum, men hetta fara vit at frætta meira um seinni.

Tað stutta av tí langa er, at maðurin misti gullhønuna, men bjargaði sær gulleggunum í staðin fyri.

Meðan SEX-misbrúkta, útspilta kvinnan, og mamman, stríðist fyri at fáa børnini úr klørnum, á manninum, herist bardagin um arvamilliónirnar.

Greinin byggir á drúgt skjalatilfar, og keldur, sum hava lisið og góðkent greinina.