Bardagin um arvamilliónirnar
NÝTT BLAÐ: Hon varð sex-misbrúkt og útspilt: Oyggjatíðindi hevur í eitt ár, og gjøgnum eitt hav av greinum, viðgjørt umstøðurnar hjá einari familju, sum hevur vassað í pengum, misbrúki og incest. Har vaksin og børn hava verið droggaði og misbrúkt, og fingið falskar diagnosur. Har persónur er deyður av vanrøkt, og ein annar er eitraður til deyðis, og at líkváttan byggir uppundir sterkan illgruna um morð. Tað stóra spælið er tó bardagin um arvamilliónirnar.
Brot úr greinini: Maðurin verður rættiliga ørkimlaður av, at kvinnan spakuliga avrúsar seg sjálva, og megnar at taka stig til, at sleppa burturúr hjúnarbandinum, men tá maðurin sær, at hann ikki kann fáa gullhønuna, velur hann at verja “gull-eggini”, og harvið milliónirnar.
Síðani byrjar eitt hart stríð millum konu og mann. Tá hann sær, at hann ikki longur kann fáa konuna, so skal hon heldur ikki hava børnini, tí so missir hann allar møguleikar til fleir-millióna arvin. Og kanska er hann ikki so illa fyri kortini, tí tveir svograr eru longu deyðir, ein svigarinna bleiv, tá hon meldaði pápa sín fyri incest, droggað frá hesum heimi, og fekk diagnosuna, demens og skitsofreni. Hon er burturgoymd í einum heimi í Danmark.
Pápin, sum sjálvur er góður fyri fleiri hundrað milliónir, situr í óskiftum búgvi, men tá konan doyði, varð hon skrásett at eiga 40 milliónir kr. á bók.
Maðurin stevndi konuni, uttan at hon fekk tað at vita, við kravi um, at hann skuldi hava fyribils foreldramyndugleika yvir børnunum. Hann tryggjaði sær, at konan fekk ein advokat. Advokatin hevði hann sjálvur brúkt til nógvar skitnar leikir.
Lesið eisini um misbrúkt børn, sum blivu lænt út.
Greini byggir á drúgt skjalatilfar, og keldur, sum hava lisið og góðkent greinina, og kann keypast við VISA-kortið fyri kr. 7,50.
http://oyggjatidindi.com/arkiv.html
Hava tygum goldið kvartalsgjald, men ikki hevur fingið blaðið sendandi, er orsøkin helst tann, at tygum hava ikki sent okkum telduadressuna. Hava tygum goldið kr. 150,00, so send adressuna her: oyggjat@olivant.fo