Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Barbershop ráðstevna um menn og javnstøða

Dan Klein --- 13.10.2017 - 06:54

Hósdagin var  spennandi javnstøðuráðstevna í Keypmannahavn, har fokus er at fáa menn við í javnstøðuarbeiðinum. Ráðstevnan, nevnd Barbershop, hevur eina røð av spennandi framløgum frá m.a. IKEA group, Deloitte and Volvo group.

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna luttekur eisini í orðaskifti við Karen Elleman, ráðfrú í javnstøðu.

“Tað hevur stóran týdning, at øll – bæði kvinnur og menn - eru við, skulu vit fáa javnstøðu. 
Tað hevur týdning at vit hava góðar vælferðartænastur, soleiðis at kvinnur ikki hava fyri neyðini at velja millum familju og arbeiðslív. Og tað hevur eisini stóran týdning, at pápar fáa sín lut í barnsburðarfarloyvinum. Hetta er gott fyri børnini, fyri menninar og fyri alla familjuna”, sigur Eyðgunn Samuelsen.
 
Til ber at fylgja ráðstevnini live her : http://streaming.uncity.dk/uncity

Ráðstevnan er fyriskipað av íslendska uttanríksmálaráðnum, Norðurlandaráharraráðnum og UN Women