Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bankarnir eiga at taka sosial og faklig atlit

Tað kostar fakfeløgunum nógvar milliónir krónur, at KT-tænastur hjá bankunum eru fluttar av landinum

Tá føroysku peningastovnarnir fluttu sína KT til Danmarkar, hevði tað við sær, at fleiri fólk mistu starv sítt á Elektron, samstundis sum tænastur gjørdust munandi dýrari. 

Tað merkti millum annað, at fakfeløgini nú máttu rinda TAKS fleiri miliónir árliga fyri at umsita frítíðarpeningin hjá limunum. 

Hvørja ferð ein løn verður flutt, verður frítíðarpeningur eisini fluttur. Frítíðarlønin fer á eina felagskontu í einum banka. Hóast peningurin er bundin á koto í eitt ár í senn, er rentan í bankunum nærum eingin og stendur als ikki mát við rokningina fyri umsiting av frítíðarkontunum.

Trygdin er lítil, og í staðin fyri at hvør einasti løntakari er kundi, er hvørt fakfelag ein kundi, og bankin veitir einans trygd fyri upp til 750.000 krónur - fyri allan løntakaraskaran.

Hvør einasta transaksjón kostar fakfeløgunum eitt ávíst krónutal, og verður rokningin goldin TAKS sambært uppgerð frá arbeiðsgevarunum. Seinnu árini hevur samlaði kostnaðurin ligið millum 1,6 milliónir krónur og 1,9 milliónir krónur árliga, og verður rokningin býtt út eftir, hvussu nógvar transaksjónir hvørt fakfelag hevur av frítíðarpengum.  

Eru nógvar transaksjónir, verður rokningin stór. Tað merkir, at fólk, sum fáa tímaløn, og fólk, sum fáa útgoldið løn fleiri ferðir um mánaðin, kosta fakfeløgunum dýrt.

Talan er um eina methøga rokning fyri umsiting av frítíðarkontunum, og er orsøkin ein beinleiðis avleiðing av, at bankarnir fluttu virksemi sítt av landinum. Rokningina fáa fakfeløgini og sostatt løntakararnir.

Tað er sera umráðandi, at bankarnir, áðrenn teir flyta sítt virksemi av landinum, taka sosial atlit, og at bankarnir eisini taka atlit til tann fakliga kapitalin í landinum og ikki einans hugsa um at vinna mest møguligan pening til sítt egna virksemi, tí tað kemur so ikki løntakararnum til góðar. Tað er alsamt vorðið dýrari at brúka tænasturnar í bankunum og nú eisini hjá TAKS. 

Maud Wang Hansen
Forkvinna í Føroya Pedagogfelag