Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bankar villleiða kundar sínar

Bankar og sparikassar skapa ruðulleika á pensjónsøkinum, hjá øllum teimum, sum í dag hava skil á viðurskiftum sínum við at upprætta pensjónskontoir, sum fólk ikki hava biðið um.

Eisini heita teir á møguligu pensjónskundarnar at heita á arbeiðsgevararnar at broyta eftirlønarkonto. Hetta ørkymlar og kann geva fólki eina munandi verri pensjón enn tey longu hava, um teu fylgja ráðunu frá bankunum og sparikassunum.

Føroya Arbeiðarafelag hevur fingið fráboðan frá fleiri av limum felagsins, sum hava fingið bræv frá bankunum, har upplýst verður:

- At bankin óbiðin fer at stovna eftirlønarkontu fyri kundan og,

- At kundin skal siga bankanum, um hann ikki ynskir at brúka hesa eftirlønarkonto.

Tað er átaluvert og neyvan í samsvar við góðan bankasið, at bankin sendir út slík skriv, tí vit halda ikki at bankin hevur rætt at stovna nakra konto fyri persónar, um persónurin ikki hevur biðið um at fingið stovnsett slíka konto.

Vit halda eisini tað vera í stríð við vanligar reglur, at bankin skal krevja, at persónur skal gera vart við seg, um hann/hon ikki ynskir at brúka hesa eftirlønarkonto, sum bankin hevur tikið sær rætt til at stovna í navninum á kundum sínum, uttan at kundin frammanundan er eftirspurdur.

Í brævinum frá einum av bankunum til kundar stendur m.a.: ”…Eftir 1. januar 2014 skal tín arbeiðsgevari rinda eftirløn inn á nýggju kontu tína. Tí er umráðandi, at tú gevur arbeiðsgevaranum kontonummarið á tí eftirlønarkontuni, sum tú ynskir at brúka, áðrenn fyrstu lønarflytingina í januar 2014…”

Bankarnir vita, at flestu kundar teirra longu hava eftirlønaruppsparing, og tí kann brævið frá bankanum neyvan skiljast sum annað enn ein ódámlig roynd at fáa fólk at hava eftirlønaruppsparing sína í bankanum, hóast aðrar eftirlønarskipanir geva nógv størri avkast enn bankin kann bjóða viðskiftafólkum sínum

Vit skulu tí boða øllum limum í Føroya Arbeiðarafelag frá, at bankin ikki hevur rætt at stovna nakra konto í navni tykkara, uttan at tit sjálvi hava biðið bankan stovna slíka konto, og tí hevur bankin heldur ikki rætt at krevja, at kundin sigur bankanum frá, at kundin ikki ynskir slíka konto.

Eisini skulu vit upplýsa, at allir limir í Føroya Arbeiðarafelag hava sína eftirlønaruppsparing í Eftirlønargrunni Føroya Arbeiðarafelags og tí er ikki neyðugt at stovna aðra eftirlønarkonto í bankanum í sambandi við at nýggja eftirlønarlógin kemur í gildi 1. januar 2014.

Tórshavn, hin 26. november 2013

Føroya Arbeiðarafelag