Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Balle brýtur kvøldskúlan niður

Meirilutin í Tórshavnar kommunu ætlar nú at selja burtur av bygningunum hjá  Tórshavnar Kvøld- Ungdóms- og Listaskúla, so heili 5-600 av teimum 3.000 næmingunum verða settir út á gøtuna!

Fáar so stórar sólskinssøgur eru í føroyskum skúlaskapi sum Tórshavnar Kvøld- Ungdóms- og Listaskúli. Bara síðstu trý árini hevur skúlin á hvørjum ári sett met í næmingatali og er farin úr 2.500 upp í 3.000 næmimgar!

Í fleiri ár hevur Tórshavnar kommuna lagt seg eftir at geva skúlanum bestu umstøður, og kunnu vit fegnast um, at júst góðu umstøðurnar hava givið skúlanum lív, so bæði undirvísarar og næmingar hava trivist og fingið nógv av skafti.

Samstundis hevur kommunan verið við til at halda lív í aldargomlum handverki av ymsum slagi, umframt at geva borgarunum eitt dygdartilboð í frítíðini, ið hevur avgjørdan týdning fyri trivnaðin í høvuðsstaðarkommununi.

Onga haldgóða orsøk
Tí undrar tað sera nógv, at nýggi meirilutin í Tórshavnar kommunu av øllum alvi leggur eftir hesum góða skúla og roynir at forkoma honum. Tað er tað, kommunan í veruleikanum ger, nú ætlanin er at selja bygningarnar undan skúlanum – enntá uttan nakra haldgóða orsøk!

Í kvøld skal býráðið viðgera eitt uppskot um at selja burtur av bygningunum, Tórshavnar kommuna í síni tíð keypti til Tórshavnar Kvøld- Ungdóms- og Listaskúla, so skúlin fekk góðar umstøður og kundi savna umsiting og ein týðandi part av undirvísingini á einum og sama stað.

Tað, sum í veruleikanum hendir beint nú, er at forkvinnan í mentunarnevndini í býráðnum, Gunvør Balle, saman við meirilutanum í býráðnum miðvíst fer eftir at bróta niður kvøldskúlan, so 5-600 næmingar færri koma at vera í skúlanum.

Bróta bara niður
Hetta er í sjálvum sær eitt sera grovt átak, sum tíverri prógvar, at sitandi meiriluti í Tórshavnar býráð einki dugir at byggja upp, men bara at bróta niður!

Skúlin verður bara niðurtrumlaður, samstundis sum bæði skúlaleiðsla og grannar standa spyrjandi, tí tey kenna seg at tosa fyri deyvum oyrum, tá tey við skilagóðum grundgevingum royna at sannføra Balle & Co. um, at tað er óðamannaverk at selja ein og kanska fleiri bygningar burtur av ognunum í M.A. Winthersgøtu og J.H. Schrøtersgøtu.

Vónandi fær onkur í býráðsmeirilutanum vitið aftur, so hesin ørskapurin ikki verður gjøgnumførdur!

Heðin Mortensen
býráðslimur