Ball í Havn fyri eina miljón
Sambært Norðlýsinum og Vágaportalinum hevur verið eitt rimmar ball í Havn í vikuskiftinum, ein gallaveitsla av teirri aðru verð, sum kostaði heila miljón. Ballið sigst at hava verið so gott, at enntá ein fyrrverandi løgtingsmaður sunnan av Sandi er fornermaður, tí hann ikki slap við.
Vit, ið starvast í Tórshavnar kommunu, vóru eftir hesum at døma í eini heilt aðrari veitslu. Vit høvdu eitt hugnaligt starvsfólkakvøld. Hetta var triðju ferð, vit øll, sum hvønn dag gera okkara ítarsta at fáa høvuðsstaðarøkið at mala runt, at virka og vera ein tryggan, virknan og góðan karm um okkara gerandisdag, hittust til eitt hugnaligt felags og væleydnað trivnaðarátak.
Eftir ymiskum leiðum hevur lagnan viljað tað so, at tað varð litið okkum, sum hittust fríggjakvøldið, upp í hendi at stjórna, umsita og reka hesa kommunu, sum vit øll eru so góð við. Tað gevur okkum eina felags orsøk til eisini at vilja hittast onkuntíð, tá arbeiðið ikki bíðar eftir okkum, teldurnar bleiktra og telefonirnar kima.
Tórsdagurin er okkara dagur. Vit hildu hann á triðja sinni, hann er størsta starvsfólkatiltak hjá Tórshavnar kommunu, har vit øll hava høvi at hittast til bæði álvara, skemt, kapping og undirhald. Og áður hevur ongin fingið ilt av hesum átaki, men nú valár er, tykist sum øvundarhógvarnir stinga undan fleiri staðni.
Fyrrverandi borgarstjórin í Tórshavnar kommunu vil vera við – hesaferð norðaneftir - at núverandi borgarstjóri hevur brúkt eina miljón uppá tiltakið. Hetta er langt frá sannleikanum. Rætta talið er ein lítil brotpartur av hesum. Tað eru ymsu deildirnar í kommununi, sum fíggja tað mesta av átakinum av tí, tær seta av til starvsfólkarøkt. Hetta snýr seg um einar tveir-tríggjar hundraðkrónuseðlar fyri hvørt starvsfólkið.
Sunnaneftir verður funnist at, at vit hava ráð til slíkt luksus – onnur avinda og vilja sleppa í ball. Eg veit ikki, hvussu tit gera heima á Sandi, men í Havn rokna vit tað ikki sum luksus at brúka tveir-tríggjar hundraðkrónuseðlar um árið uppá trúføst og dugnalig starvsfólk.
Tað er alneyðugt at fáa skapt tey neyðugu samstørvini í kommununi, ikki bara millum politikarar og leiðarar, men eisini millum starvsbólkar á øllum stigum. Tí vit starvast á ymsum økjum, men vit hava øll sama arbeiðspláss. Og vit eru mong.
Saman hava vit snøgt sagt allar hugsandi førleikar, hava dirvi at royna ymiskt nýtt og taka øðrvísi stig, at ganga á odda – og tað er júst tað, sum Tórhavnar kommuna ger og skal gera. Men hetta er bara møguligt, um vit øll hava hugburðin til tað. Og tað hava vit, tað er ongin ivi um tað, hyggur tú eftir viðmerkingunum til hesi løgnu álopini.
Við eitt tílíkt høvi knýta vit vinabond tvørtur um faklig og starvslig mørk og fegnast saman um at vera partur av hesum stóra maskinaríi, sum høvuðsstaðurin er. Vit eru stolt av okkara arbeiði og halda okkum hava uppiborið eitt andarhol.
Hetta er ikki nøkur gáva frá borgarstjóranum, hetta er eitt felags átak, og sjálvt endamálið við tiltakinum er ikki annað enn at fremja trivnað millum starvsfólk og at skapa eina felags kenslu. Og tað frøðir at síggja, at tann felags kenslan er so stór, at øvundin onga ávirkan hevur. Tvørturímóti.
Tí skal enn einaferð ljóða ein tøkk til tykkum øll, ið fyrireikaðu kvøldið, og tykkum øll, ið gjørdu okkum kvøldið so hugnaligt. Hetta var eitt frálíkt kvøld og eitt einstandandi starvsfólkaátak. Og stóra takk fyri allar tær positivu afturmeldingarnar.
Vit eiga avgjørt at hava ein fjórða Tórsdag næsta ár. Ein slíkan dag hvørt ár, tað hava starvsfólkini uppiborið, og kommunan hevur tað fyri neyðini. Tí mæli eg teimum, ið onki gott kunnu síggja í Tórsdegnum, til at fyrireika síni illsinnisglefs í góðari tíð. Vónandi verða tey nærri veruleikanum og betur orðað næsta ár. Kanska fara vit eisini at fáa onkrar viðkomandi atfinningar næstu ferð. Tær høvdu verið kærkomnar, tí vit vilja gera alt betur, og so sanniliga eisini Tórsdagin!
Heðin Mortensen
borgarstjóri