Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Baksíðan av medaljuni

Hvussu kunnu vit lata eyguni aftur fyri, at familjur ganga svangar í Føroyum? At vit hava heimleys fólk gangandi á gøtunum? At støk fólk, pensionistar, einsamallar mammur og pápar og aðrar familjur ongan tjans hava at seta føtur undir egið borð? At tey ikki ein gang kunnu leiga eina líkinda íbúð fyri ein prís, tey hava ráð til? At børn mugu vaksa upp í soppafongdum kjallaríbúðum?

Hvussu kunnu vit liva við, at tað er vorðið alt ov dýrt hjá alt ov nógvum fólkum at búgva í Føroyum? At almennar tænastur og tilboð ikki kunnu liva upp til støðið í grannalondunum? At sálarveik, tey eldru og heimleysir føroyingar verða slept á fjall? At sitandi politiska samgonga framvegis ikki hevur ásett eitt fátækramark? At eingin almannagagnligur íbúðarpolitikkur verður rikin? At eingin tykist at leggja í at fáa staðfest, hví kostnaðarstøðið í Føroyum er eitt av heimsins hægstu? Og at eingin veruliga ger nakað fyri at tálma prísvøkstrinum? Ynskja vit, at fólk skulu flýggja í stórum tali úr Føroyum?

Hetta sømir seg als ikki einum vælferðarsamfelag sum okkara. Allir borgarar í landinum hava rætt til eitt sømiligt lív. Javnaðarflokkurin kann ikki longur finna seg í ójavnanum. Nú má flokkurin traðka meira í karakter og syrgja fyri at fá skil í óskilið.

Samgongan niðurlagar vælferðarsamfelagið

Javnaðarflokkurin arbeiddi í nógv ár hart fyri at betra um viðurskiftini hjá teimum veikaru bólkunum í samfelagnum, m.a. saman við sambandsflokkinum. Men sambandsflokkurin tykist at hava svikið síni ideal og heilt at hava slept sosialu virðunum. Nú er alt ístaðin farið at snúgva seg um at gjøgnumføra fólkaflokshugsjónina, har atlitini til tey veiku verða ofrað, meðan tey fáu skulu fáa best møguligt høvi til at mjólka tey mongu fyri virðir. Úrslitið er, at tey ríku gerast enn ríkari og tey fátæku enn fátækari.

Í eini slíkari ósolidariskari samfelagsskipan er ein hjartaleys regla galdandi: Alt, sum ikki kann standa, má falla! Hesin karráði politikkur er í ferð við at niðurlaga tað vælferðarsamfelagið, sum javnaðarflokkurin hevur roynt at bygt upp. Men hetta fær ikki tey veiku til at hvørva. Tey eru har enn - uttan so at tey flyta uttanlands, har tey fáa tær sømdir, tey áttu at fingið her. Men er tað rætt at turka hesa ábyrgd av á onnur lond?

Land og kommuna hava felags ábyrgd

Vit kunnu ikki lata sum um, at tey fátæku, tey heimleysu, tey gomlu, tey sinnisveiku o.o. ikki eru til. Tey hava eisini rætt til at vera her. Vit kunnu ikki renna undan ábyrgdini at taka okkum av teimum. Vit mugu viðurkenna, at tað vil altíð vera ein partur av fólkinum, sum hevur hjálp og stuðul fyri neyðini frá teimum, sum eru sterkari. Summi mugu hava hjálp til sjálvhjálp. Landið og kommunurnar mugu í felag lyfta hesa uppgávu. Eingin av pørtunum kann renna undan ábyrgdini og turka hana av á hin partin. Vit kunnu øll gera nakað.

Ístaðin fyri at ríka tey fáu upp við skattalættum, onnur mugu svíða fyri, kundi peningurin verið brúktur til at gjørt íløgur í íbúðarbygging. Tað átti at borið til at rikið ein íbúðarpolitikk - um ikki annað her í Tórshavnar Kommunu – sum ikki er lagdur til rættis fyri at geva nøkrum fáum vinning burturúr, men har íbúðarbyggingin skal hvíla í sær sjálvum. Rakstrarkostnaðir og húsaleiga kann soleiðis koma niður á eitt støði, sum er til at gjalda fyri vanligar familjur. Kunnu fólk búgva lutfalsliga bíligt, hava tey eisini meira keypiorku eftir til annað. Hetta hevði verið ein nógv meira rættvísur máti at býtt virðini út í samfelagnum, so øll fáa ágóða.

Flatskattur við til óbeinleiðis at seta prísstøðið upp

Sum nú er, hava summi fingið meira keypiorku enn onnur orsaka av flatskattinum. Tey spyrja ikki um prísir og eru soleiðis óbeinleðis við til at hækka prísstøðið. Hetta gongur út yvir tey, sum ikki fáa ágóðan av flatskattinum, og sum ofta ikki eingang hava ráð til keypa sjálvt neyðsynjarvørur.

Her kundi tað almenna hjálpt til við t.d. at leggja loft á, hvussu nógvan vinning til ber at roknað sær av eini vøru. Til ber eisini at skilja ímillum vørubólkarnar, tá MVG verður ásett. Frukt, mjólk, breyð, og o.a. lívsneyðugt kundi bert verið álagt 13-15% MVG. Aðrar vanligar vørur kundu fingið álagt 18%, meðan marglætisvørur so sum góðgæti, rúsdrekka og parfuma vóru áløgd 25% og uppeftir. Tað at gera mun á vørubólkum eigur ikki at vera nakar trupulleiki fyri TAKS, um hetta verður gjørt skipað. Kostnaðarstøðið má og skal niður.

Vit í Javnaðarflokkinum kunnu ikki longur stillisliga verða vitni til, at so stórir partar av fólkinum verða sviknir av samgonguni. Hetta oyðileggur okkara samfelag og fær fólk at rýma. Omanfyrinevndu uppskot kundu lætt um hjá fólki, men kosta kortini ikki samfelagnum eyka. Tey eru tí nøkur av teimum málum, sum eg meti, at javnaðarpolitikkarar eiga at seta í hásæti. Vit mugu vísa, at vit leggja gerðir aftan fyri orð okkara um at virða menniskju og verja tey sosialu virði, sum vit í eina øld hava barst fyri.

Levi Mørk, býráðslimur

Fyri Javnaðarflokkin hjá Tórshavnar Kommunu