Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bakkafrost keypir fóðurskip frá JT electric

Dan Klein --- 03.11.2017 - 09:00

Bakkafrost hevur gjørt avtalu við JT electric um veiting av einum 75m langum fóðurskipi, sum skal brúkast í alingini í Suðuroy. Fóðurskipið kemur at liggja fast uppankrað og verður útgjørt við fóðurgoymslu og sjálvvirkandi fóðringskipan, sum er ment hjá JT electric á Kambsdali.

Verkætlanin umfatar keyp av farmaskipi og umbygging av hesum. Fóðurskipið skal latast nýggju eigarunum innan 7 mánaðir. 

- Tað hevur nógv at siga fyri okkum, at Bakkafrost enn einaferð hevur valt eina tílíka loysn frá okkum, sigur Ólavur Thomsen, leiðari á verkætlanini. Hetta motiverar okkum til áhaldandi at betra um okkara tænastur og vørur. 

Umbyggingin av skipinum verður gjørd á einari skipasmiðju í Pólandi, og fólk frá JT electric fara at leiða og gera partar av arbeiðinum teir næstu 7 mánaðirnar.  

- Fóðurskipanin umborð á skipaflakanum er ment í tøttum samstarvi við føroysku alararnar. Við teirra íblástri og servitan á økinum, so meta vit, at skipanin er kappingarfør bæði í Føroyum og uttanlands, sigur Ólavur Thomsen. 

Á JT electric starvast 35 fólk harav 6 fólk arbeiða í eini menningardeild, sum arbeiðir við at menna nýggjar skipanir og vørur til alivinnuna í Føroyum og uttanlands.