Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bæði rættar- og politiska skipanin treingja til óhefta høvuðseftirskoðan

Seinastu 20 árini hava vit ferð eftir ferð sæð teir stóru sleppa snikkaleysar undan fíggjarligum kriminaliteti.

Í 90'unum - eftir at landið varð koyrt á húsagang orsaka av umfatandi fíggjarligum kriminaliteti framt av politikarum, stjórum og advokatum - vórðu allir - eftir bestiltari kanning - frítiknir fyri straf, tí - sum rættarskipanin fasthelt, so høvdu øll havt kunnleiki til fíggjarsvindilin, og tá politiska skipanin bygdi á kollektiva ábyrgd, so kundi ongin einstakur ábyrgdast. Er tað ikki ein heilt einastandandi og hartil fantastiskt argumentatión, sum frítekur heila bandan fyri svindil í milliardaklassanum.

Einasti, ið varð dømdur og mátti inn at sita, var blaðstjórin á Oyggjatíðindi, tí hann vágaði sær at skriva um fíggjaróskilið í blaðnum. Ein og hvør við bert vanligum gonguviti mann skilja, at her ruggar ikki alt rætt - og so langt ífrá.Men hvat í Guðs garði mundi politivaldið og rættarskipanin sum heild teinkja fyri sær og havast at í hesum fyri Føroya fólk so álvarsliga máli, ið m.a. viðførdi eitt arbeiðsloysi upp á uml. 25 % og noyddi uml. 7000 fólk av landinum, meðan mong misti hús og heim og vórðu sett í botnleysa skuld?

Hví sluppu brotsmenninir? Hevði rættarskipanin longu frá byrjanini eina skjúlda ætlan, ið gekk út upp á ikki at leggja seg út við teir stóru, tí teir óttaðust politisku avleiðingarnar millum Føroyar og Danmark , um kriminnelli bandin varð innisperraður? Teir kendu trupulleikarnar í '50-unum, tá stríðið bert stóð um ein lækna. So best var helst at binda um heilan fingur. Hetta eigur at verða kannað til botns, tí tað sær út til at fingið sera óhepnar fylgir bæði fyri heiðurligheit og reiðiligheit yvir ein breiðan kamb og hevur verið og er til alstóran skaða fyri land og fólk.

Lítið og einki fær fylgir. Stjórar, ið hava koyrt banka á heysin, fáa lovað milliónir sum fráfaringarløn fyri gott og trúfast arbeiði og harumframt góð størv.

Skattasnýtarar og mvg-svikarar í 100 mill. kr. klassanum ganga sum flippumenn og spæla kong gularót, meðan aðrir eru konkursryttarir við dýrum bilum og á uttanlandaferðum minst tvær ferðir um árið, meðan heiðurlig fólk stríðast við at fáa endarnar at røkka saman. Soleiðis hevur tað verið í mong. Mong vita tað. Men fá hava roynt at steðgað hesum fíggjarliga galskapinum. Hetta verður bert sæð sum liður í øllum svansinum, har mong - ið fíggjarliga sleppa at liva og láta, sum teimum listir -eru brøðrir í andanum og integreraðir í høgraradikala politiska hovinum. Politiski myndugleikin spælir sløvur, meðan hin eina skitna hondin vaskar hina skitnu hondini reina.

Nepotisman florerar. Og alt letur seg gera, um tú stuðlar høgra. Himmalhøgu vøruprísirnir verða vælsignaðir av høgra, tí mono- og duopollingarnir eru við í høgraklaninum. Fólksins verja er avmonterað, um hon nakrantíð hevur verið til.

Býtið av fólksins ogn, er ein søga fyri seg, sum sólklárt treingir til eina djýptgangandi kanning og avdúking.

Pensiónskattingin og flatskattaskipanin mugu kannast til botns, og úrslitið almannakunngerðast, so fólkið kann tala út frá eksaktari vitan og ikki einans frá høgrapropagandistiskum hávum.

At fjøldin framvegis finnur seg í politisku viðferðini er óskiljandi. Kanska er portrið til Danmarkar ein endaloysn, sum kann gerast aktuel, um fátækradømi, arbeiðsloysið ella kúgan ikki verður at liva við her á oyggjunum. Men tað er fúl skomm at fólk okkara ikki kann velja at verða her, um tey ynskja tað, tí politiska skipanin er gjøgnumsúrgað av fíggjarligum órættvísi.

Skipað mótstøða er neyðug, skal órættvísi steðgað. Lættar loysnir finnast neyvan, men vit kunnu byrja við at krevja tvær óheftar kanningar, ið skulu finna fram til:

I. Hví verður fíggjarligur kriminalitetur, í vissum førum , loyvdur?

2. Hví verða skattaeftirstøður ikki innkravdar?

3. Hví sleppa summi frá at gjalda mvg?

4. Hví er eingin prísansari á øllum vanligum vørum?

5. Hvussu nepotisma -. vina- og kenningapolitikkur verður praktiseraður - og hvussu hetta kann verða steðgað við lóg.

Kanska átti annað at verðið tikið við.

Til H við høgra!

Dagfinnur Danbjørg.