
Bæði eru skuldsett fyri brot á grindalógina
Tann 31 ára gamli maðurin og tann 40 ára gamla kvinnan, sum í samband við grindina í Kalsoyarfirði í morgun vórðu handtikin, eru bæði skuldsett fyri brot á grindalógina.
Tey eru, aftaná avhoyring, klokkan 15.15 blivin leyslatin og málið verður í morgin lagt fyri ákærumyndugleikanum, har støða verður tikin til, um málið skal roynast í Føroya Rætti.
Politiið hevur ikki fleiri viðmerkingar til málið í løtuni.