Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bacalao skal ikki longur verða eitt arr um fyrrverandi virksemi

Tað eru betri karmar til vinnulívið, ið skulu skapa tann vøkstur, sum skal lyfta Tórshavnar kommunu úr niðurgangstíðunum, sum vit síggja í løtuni.

Í mínum hugaheimi er eingin ivi um, at við at geva vinnulívinum betri karmar at virka undir, fáa vit arbeiðspláss til býin, sum aftur vil føra til, at trivnaðurin skapar fólkavøkstur í kommununi.

Tá Faroe Seafood fór á heysin í 2010, steðgaði eitt hitt størsta privata arbeiðsplássið í býnum. Hetta í sær sjálvum var tragiskt fyri teir borgarar og tær familjur, ið vórðu raktar. Síðan Faroe Seafood steðgaði sítt virksemi, hevur Bacalao staðið gapandi, sum eitt stórt arr um, hvussu vinnulívið hevur trivist í Tórshavnar Kommunu.

Tískil er mítt hugskot, at komandi býráð syrgir fyri, at skapa virksemi í Bacalao. Hetta merkir, at býráðið aktivt má inn og syrgja fyri, at bygningurin kann leigast út til vinnulív, so hetta kann skapa arbeiðspláss aftur í býnum.

Hetta er neyðugt, og eg eri til reiðar at gera tað, ið skal til fyri at skapa karmarnar til eitt sterkt vinnulív í Tórshavn. Fyri at skapa hesar karmar fyri vinnulívi er neyðugt við einum, sum tosar hesa søk. Tað eri eg til reiðar til við tínari atkvøðu.

Høgni Mikkelsen

Valevni Sambandsfloksins til

Tórshavnar Býráð