Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Avtalan heldur – hon er ikki hol í høvdið

Gamlar perlur: Tað er ikki hol í høvdið, at privati tunnilsbólkurin útvegar eina milliard til Eysturoyar-tunnilin. Týskur ráðgevi var í í hesum sambandi í Føroyum týsdagin, og kunnaði seg um støðuna. Símun Johannesen, borgarstjóri, váttar, at limirnir í tunnilsbólkinum hava fingið 150 túsund kr., og fáa 300 túsund kr. aftrat, tá sáttmáli verður undirskrivaður, men hann hevur onki boð uppá hvussu bólkurin hevur fingið prosjektið burturúr Eik-Grunninum, sum ikki enn er kannaður, segði Símun Johannesen, borgarstjóri í Nes kommunu í blaðnum 20. mai 2011.

Nú er tað eftir hondini langt í verðini síðani, at Oyggjatíðindi avdúkaði, at privati tunnilsbólkurin á Toftum, sum av berum nostalgiskum og vælgerandi áhuga, segðist fara í holt við at fyrireika eitt tunnilsprosjekt millum Skálafjørðin og Havnina, seldi prosjektið, og skuldi so hava pengar afturfyri við kassa eitt. Stovningarfundur var hildin á Svangaskarði.

Men nógv vatn er runnið í ánnað síðani tá - m.a. fór privati tunnilsbólkurin í samráðingar við Kaupthing, sum keypti prosjektið. Avtalan tá var, at hvør av stigtakarunum skuldu hava partabrøv í prosjektinum uppá hálva millión í part.

Sjálvt um tíðindini um partabrøvini vóru váttaði tá, m.a. av Símun Johannesen, borgarstjóra í Nes kommunu, so sigur hann í dag, at talan var ikki um partabrøv, men um eina kontanta samsýning. Í dag sigur Símun Johannesen:

Avtalan var, at vit skuldu hava kr. 150 túsund, tá avtalan varð undirskrivað, og tá sáttmáli var gjørdur við landsstýrið um tunnilsprosjektið, skuldu stigtakararnir fáa aðrar kr. 300 túsund í part, og hetta er avtalan, sum í dag er galdandi, segði borgarstjórin í Nes kommunu, mikudagin, og vísir í dag aftur, at peningurin skuldi gjaldast við partabrøvum.

Hann hevur tó onga forklárin uppá, at hann ella onkur annar, ikki vístu hesum aftur longu fyri nógvum árum síðani, men sigur, at hann minnist ikki rættiliga hvat tá hendi. Løgtingið hevur samtykt, at geva privata tunnilsbólkinum eina freist til í august, at finna fígging til prosjektið - okkurt um eina milliard kr., heldur borgarstjórin í Nes kommunu.

Í hesum sambandið hevði bólkurin vitjan av einum týskum ráðgeva, týsdagin, sum var í Føroyum og kunnaði seg um prosjektið, sigur Símun Johannesen, borgarstjóri á Nesi frá, og leggur aftrat, at vónirnar eru góðar fyri, at fíggingin kemur uppá pláss.

Tá ið Oyggjatíðindi avdúkaði hetta mál, váttaði táverandi LV-stjórin, Oyvindur Brimnes, at privati tunnilsbólkurin hevði fingið fleiri tekniskar dátur frá stovninum púra ókeypis, og at tað tí ikki var loyvt bólkinum at sleja hesar dátur sum part av tunnilsprosjektinum. Men hvat hendi við hesum dátu-upplýsingum veit eingin rættiliga uttan stigtakararnir sjálvir.

Ein annar spurningur, sum hevur tikið seg upp er, hvussu tað hevur eydnast tunnilsbólkinum at fáa prosjektið burturúr Eik-grunninum, sum keypti líkini frá Kaupthing, saman við Eik Banka.

- Vit vita at Eik-grunnurin skal kannast, men hvussu hevur bólkurin fingið tunnilsprosjektið úr búkinum á deyða risanum, spurdu vit Símun Johannesen, men borgarstjórin á Nesi, visti ikki, og hann hevði heldur ikki minstu hóming av hvat bólkurin hevði betalt fyri prosjektið.

Símun Johannesen, kundi heldur ikki greiða frá hvussu ein avtala kundi halda í dag, sum var gjørd við táverandi Kaputhing, og Eik-grunnin, tá báðir stovnarnir vóru deyðir og balsameraðir í fíggjartokuni.

Men borgarstjórin á Nesi visti ikki av nøkrum. Heldur ikki hvørja súkklupumpu, bólkurin hevði brúkt fyri at pumpa lív í hetta prosjekt, men hann visti, at skrivaði bólkurin undir sáttmálan um tunnil millum Skálafjørðin og Havnina, ja, so blivu limirnir í bólkinum kr. 300 túsund ríkari, og týski ráðgevin skuldi hjálpa teimum at leita eftir milliardini.

Bara tveir persónar, skulu ikki avroknast. Ingi Højgaard, advokatur, kravdi og fekk peningin í hondina. Stjórin í Lív, Tummas Eliasen, var eisini ein av stigtakarunum, og átti tí eisini sín part av pengunum fyri tunnilsprosjektið, men tá LÍV samstundis skuldi vera við til at fíggja herligheitina, helt hann tað kortini ikki vera rímuligt, at taka seg betaltan fyri sín privata leiklut.

Annarleiðis var við Símun Johannesen, Martini Heinesen og Niklas Foldbo, allir av Toftum. Fyri teir eru boðini:

Avtalan heldur.