Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Avtala um starvslærarar farin úr gildi

Føroya Pedagogfelag boðar frá, at eingin avtala er um, hvussu starvslærarar skulu lønast, tá teir taka í móti námsfrøðilesandi úti á stovnunum. 

Tí kunnu námsfrøðingar ikki taka á seg, at vera starvslærarar hjá námsfrøðilesandi, sum í lestartíðini skulu út á stovnarnar í pratikk.  

Avtalan um løn og starvsviðurskifti hjá starvslærarum fór út gildi 1. mars, og týsdagin 31. mars boðaði semingsmaðurin frá, at hann helt ikki, at grundarlag var fyri nøkrum semingsuppskoti, tí partarnir stóðu so langt frá hvørjum øðrum.

Námsfrøðilesandi eru vanliga seks vikur í praktikk á einum stovni, har ein starvslærari hevur ábyrgdina av tí lesandi.

- Fyri okkum sær tað út, sum lønardeildin ongan áhuga hevur í at gera eina nýggja avtalu, tí mugu vit nokta okkara limum at taka starvslærarara-uppgávuna á seg, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag.

Føroya Pedagogfelag hevur boðað fíggjarmálaráðnum frá, at frá 7. apríl 2015, og so leingi eingin avtala er í gildi, taka limir felagsins ikki við uppgávuni at vera starvslærarar hjá námsfrøðilesandi úti á stovnunum.