Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Avtala um Skálafjarðartunnil má viðgerast av nýggjum

Ábendingar eru um, at fortreytirnar fyri ætlaðu fíggingini av Skálafjarðartunlinum longu nú eru broyttar so mikið nógv, at fíggingaravtalan má takast upp til nýggja viðgerð, áðrenn hon kann undirskrivast

Lat tað vera sagt beinanvegin: Skálafjarðartunnilin eigur at verða gjørdur sum skjótast.

Hesin undirsjóvartunnil er helst tann týdningarmesta íløgan í føroyska infrakervið, ið samstundis eigur at loysa seg best fyri borgarar, vinnulív og samfelagið sum heild.

Tí er sera positivt, at landsstýrið og landsstýrismaðurin í innlendismálum hava arbeitt við at fremja verkætlanina, so farast kann undir hana so skjótt sum til ber.

Hinvegin má tryggjast, at fíggingin av hesi týðandi og víðfevndu verkætlan er fullgóð fyri allar partar.

Fortreytir eru broyttar

Tað, ið eg sum formaður í Løgtingsins fíggjarnevnd havi fingið innlit í um verandi fígging av Skálafjarðartunlinum, hevur tíverri ikki sannført meg um, fíggingin er fullgóð.

Ábendingar eru um, at fortreytirnar fyri verandi fígging av Skálafjarðartunlinum longu nú eru broyttar so mikið nógv, at fíggingaravtalan má endurskoðast og dagførast, áðrenn hon kann undirskrivast.

Tí fari eg við hesum at heita á landsstýrið og landsstýrismannin í innlendismálum um at útseta undirskrivingina av fíggingaravtaluni, sum ætlandi skal verða í hesi vikuni.

Lat okkum steðga á og tryggja, at fíggingaravtalan er fullgóð, áðrenn ein milliardakontrakt verður undirskrivað og bindandi fyri Føroyar langt inn í framtíðina.

Lánsmarknaðir, renta og váði

Støði eigur at verða tikið í objektivum viðurskiftum og broyttum fortreytum, ið eru nevnd her niðanfyri.

Lógarheimildin frá Løgtinginum fyri Skálafjarðartunnilin varð givin í 2010.

Um hetta mundið vóru lánsmarknaðirnir framvegis nógv merktir av fíggjar- og búskaparkreppuni, sum heimurin varð tveittur út í á heysti í 2008. Í grundini vóru lánsmarknaðirnir fastfrystir, eisini í 2010.

Nú, vit skriva 2013, eru fortreytirnar øðrvísi.

Gjaldføri og lánshugur hjá fíggingarstovnum eru afturíafturkomin, og rentan hevur sjáldan verið lægri.

Tí kann tað undra, at fíggingaravtalan opererar við einum rentustigi/avkasti, ið er sera høgt sammett við rentur, ið kunnu útvegast á lánsmarknaðunum.

Onkur hevur nevnt, at váðin er stórur, og tí má rentan/avkastið til fíggjarar vera samsvarandi høg.

Hetta er ivasamt.

Royndirnar frá hinum báðum tunlunum vísa, at tað er rímiliga óproblematiskt at gera undirsjóvartunlar í Føroyum.

Tá, ið tunnilin síðani er gjørdur, fer hann ongan veg.

Og tá, ið hann verður tikin í nýtslu, er onki at ivast í, at hann verður nógv brúktur, og tí skuldi kundagrundarlagið verið trygt.

Hetta talar fyri, at váðin er lítil.

Dýrt at brúka tunnilin

Tølini, ið eru komin fram, benda á, at tað verður lutfallsliga dýrt hjá ferðandi at brúka tunnilin. Um so er, fáa vit ikki best møguligu samfelagsnyttu burturúr.

Avgerandi fyri fólk og fyritøkur er, at tunnilsgjaldið ikki er ov dýrt, tí tá er sannlíkt, at brúkarar velja at koyra eftir verandi farleið, hóast tað er skjótari at koyra undir Tangafjørð.

Hetta er óheppið og má broytast.

Umhugsa heildarloysn fyri allar Føroyar

Fram um alt er avgerandi, at atlit verða tikin til allar Føroyar og føroyingar, áðrenn ein bindandi milliardakontrakt verður undirskrivað.

Spurningarnir eru fleiri og higartil ósvaraðir:

• Hvussu fáast aðrir komandi undirsjóvartunlar at spæla sum best saman við Skálafjarðartunlinum?

• Eigur Suðuroyarleiðin (Sandoyartunnilin og Suðuroyartunnilin) at verða hugsað inn í eina størri heild, har ið Skálafjarðartunnilin er við í myndini?

• Skulu verandi tunnilsfeløg (Vágatunnilin og Norðoyatunnilin) takast upp í eina stóra og samanhangandi framtíðartryggjaða heildarloysn?

Fleiri av hesum spurningum eru ópopulerir at reisa nú, men tað eigur tó ikki at forða fyri, at teir verða tiknir upp.

Tað skylda vit politikarar verandi og komandi ættarliðum av føroyingum, sum skulu liva við teimum politisku og fíggjarligu avgerðum, ið nú skulu takast.

Steðga á

Tí fari eg, sum nevnt omanfyri, við hesum at heita á landsstýrið og landsstýrismannin í innlendismálum um at útseta undirskrivingina av fíggingaravtaluni fyri Skálafjarðartunnilin, inntil ivamálini og broyttu fortreytirnar eru viðgjørd og avgreidd.

Tá, ið bindandi avtala er undirskrivað, er ov seint at koma afturumaftur.

Bárður Nielsen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin og formaður í Fíggjarnevndini