Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Avslátturin til hitapumpur stavnsbindir brúkaran til SEV

Heilsu- og innlendismálaráðharrin ætlar við uppskotnu lógarbroytingini at gera beint tað øvugta. Tí ætlaði avslátturin hjá SEV til hitapumpur stavnsbindir brúkaran til SEV og útilokar harvið allari kapping, stendur m.a. í svarinum frá Magn.

Tíðindaskriv

Avsláttur á streym til hitapumpur og elbilar hevur ógvusliga sosiala slagsíðu, útilokar allari kapping og skundar á ongan hátt undir skiftið frá svartari til grøna orku.

Sirið Stenberg, heilsu- og innlendismálaráðharri, ætlar at broyta elveitingarlógina soleiðis, at SEV sleppur at selja bíligari streym til tey, sum hava hitapumpur og elbilar. Avslátturin skal vera upp til 50 oyru við mvg fyri hvønn kilowatttíma (kWt), svarandi til 29 prosent sammett við prísin, sum vanlig húsarhald við einari nýtslu á millum 10.000 og 100.000 kWt skulu rinda eftir vanligu prísskránni hjá SEV.

Verður uppskotið samtykt, fer tað at útihýsa allari kapping á elmarknaðinum og verður ein beinleiðis forðing fyri, at samgongan kann røkka sínum gyltu málum um, at helmingurin av føroysku húsarhaldunum skulu hava lagt um til grøna upphiting í 2025 og øll í 2030.

Hetta tí upplating av elorkumarknaðinum fyri fríari kapping er einasti mátin at røkka málunum. SEV hevur ongan møguleika einsamalt at gera neyðugu íløgurnar fyri at røkka hesum málum.

Magn hevur áhaldandi víst á, at einasta gongda leið til grøna orkuveiting er frí kapping um bæði elframleiðsluna og elsøluna til brúkararnar. Frí kapping merkir, at fleiri herðar verða at lyfta uppgávuna at flyta okkum frá svartari til grøna orku. Frí kapping merkir eisini generelt bíligari el til øll og ikki bara til útvaldar brúkarabólkar.

Kortini ætlar heilsu- og innlendismálaráðharrin við uppskotnu lógarbroytingini at gera beint tað øvugta. Tí ætlaði avslátturin hjá SEV til hitapumpur stavnsbindir brúkaran til SEV og útilokar harvið allari kapping.

Magn sær ikki SEV sum ein mótpart í hesum máli. Men vit kunnu bara staðfesta, at úrslitið av ætlaðu broytingunum í elveitingarlógini bert verður ein munandi styrkt monopolstøða hjá SEV, meðan ongin hurð verður gloppað fyri kapping.

Uppskotið hevur eisini ógvusliga sosiala slagsíðu, tí tað bert gevur avsláttur til dýrar alternativar orkuloysnir, hitapumpur og elbilar, sum húsarhald við lág- og miðalinntøkum hóast avsláttur ikki hava ráð at raðfesta sum tað fyrsta. Í staðin skulu hesi gjalda eykarokningina fyri mistu inntøkurnar, sum avslátturin fer at kosta SEV.

Millum annað orsakað av omanfyrinevndu viðurskiftum hevur Magn latið landsstýriskvinnuni í heilsu- og innlendismálum hoyringsskriv í málinum, har mælt verður frá at samtykkja tað.
Í staðin mæla vit henni til beinanvegin at:

- Fara undir at skilja netvirksemið og elframleiðsluna hjá SEV sundur í sjálvstøðug feløg.
- Bøta um møguleikan hjá privatum at framleiða el.
- Gera tað møguligt hjá øllum elframleiðarum at selja streymin beinleiðis til kundan um 
        elnetið hjá SEV ímóti einum netgjaldi.
- Loyva góðkendum feløgum at keypa streym í heilsølu frá SEV at selja víðari.
- Gera tað møguligt at leasa ella leiga hitapumpur til hús.

Finn Jakobsen
tekniskur stjóri, Magn