Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Avrikssáttmálin fyri Havstovuna undirskrivaður

Mánadagin 4. mars undirskrivaðu Rógvi Reinert, aðalstjóri á Fiskimálaráðnum og Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni avrikssáttmálan fyri 2013. Sáttmálin ásetir, hvat Havstovan skal gera í 2013. Sáttmálin er býttur upp í tveir partar.

Fyrri parturin viðger afturvendandi virksemi. Hetta er m.a. kanningar av havfrøði, æti, vistfrøði, stovnsmetingar og tilmæli. Stutt sagt arbeiði, ið ger Havstovuna føra fyri at virka sum granskingar- og ráðgevingarstovnur.

Seinni parturin viðger serlig áherðsluøki í 2013:

Tað er framvegis tørvur á størri vitan um makrel í føroyskum øki og somuleiðis verða kanningarnar av sild øktar munandi. Viðvíkjandi botnfiski kann m.a. nevnast kanning av longu og brosmu, luttøku í royndum við rist í upsatrolum og endurskoðan av ráðgevingarmannagongdini og fiskivinnuting.