Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Avlurting í Føroyum

Dan Klein --- 10.08.2018 - 09:35

Perla: Tað er løgreglan í Føroyum, sum hevur víst á, at hon ikki ikki hevur møguleika at loynilurta eftir fólki í sínum arbeiði, í samband við álvarsom brotsverk, og at hetta í stóran mun tarnar kanningararbeiðinum.

Hendan greinin er seinast løgd út: 4. februar 2014:

- At loynilurta eftir er fjarskiftið eitt týðandi amboð fyri at verja áhugamál landsins, serliga í sambandi við tryggleika landsins og í sambandi við at avdúka álvarsligar brotsgerðir, sigur Johan Dahl.

Frammanfyristandandi er skrivað á in.fo í dag.

. At álvarsligar brotsverk eiga at verða avdúka gongur sjón fyri søgn, men hvat merkir:

At verja áhugamál landsins, serliga í samband við tryggleika landsins heilt konkret? Løgreglan er donsk, krøvini er donsk, og vit kunnu lesa um, hvussu danir umsita avlurtingini eftir amerikonskum leisti, sum ikki eingong verða góðtikin av amerikanska fólkini, tí tey av góðari grund føla seg ótrygg, tí eygu og oyru eru yviralt. Kanska áttu vit at latið danir um at behildið tey amerikonsku eygu og oyruni heima hjá sær sjálvum. Brotsverkini kunnu vit samstarva um at loysa. Vit eru ikki fleiri enn, at tað eisini í framtíðini fer at lata seg gera á nøktandi hátt.

Sostatt eigur uppskotið at verða sent aftur, har tað er komið frá við tøkk fyri lánið.

Dagfinnur Danbjørg.