Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Avlopsskattur og broyting av kontonummari

Øll, sum sambært Framskundaðu Skattauppgerðini fyri 2013, hava goldið ov nógvan skatt, fáa avlopsskattin fluttan á konto mánakvøldið 24. mars 2014.

Framskundaða Skattauppgerðin 2013 og Sjálvuppgávan 2013 verða bornar út frá fríggjadegnum 7. mars 2014.

Kontonummarið, har avlopsskatturin verður fluttur á, stendur á Framskundaðu Skattauppgerðini.

Tey, ið ynskja at broyta kontonummarið, skulu skrivliga boða TAKS frá í seinasta lagi 19. mars 2014.

Fráboðanin um at broyta kontonummar, kann sendast TAKS sum teldupostur ella sum vanligur postur.

Fráboðan um kontonummar í samband við Sjálvuppgávu Tey, sum ikki fáa Framskundaða Skattauppgerð, fáa eina Sjálvuppgávu, ið skal latast inn. Um ein skal lata Sjálvuppgávu inn og ynskir at broyta kontonummarið til avlopsskatt, kann hetta gerast skrivliga, samstundis sum Sjálvuppgávan verður latin inn.

So hvørt sum TAKS ger Sjálvuppgávurnar upp, verða Skattauppgerðir sendar út og møguligur avlopsskattur fluttur á konto.

Eftir 24. mars 2014 er avlopsskattur á konto síðsta arbeiðsdag í triðju viku í hvørjum mánaði.