Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Avlopið hjá Sørvágs kommunu fyri árið 2011 slakar 6 mió. størri enn mett

Á regluliga bygdaráðsfundinum í Sørvágs kommunu, sum var mikukvøldið í hesari vikuni, varð roknskapurin fyri 2011 einmælt samtyktur.

Bygdaráðið hevði mett raksturin til 25.595.000 kr, og roknskapartølini vístu 25.146.000 kr. ella 230.804 kr. minni enn ætlað.

Ætlanin var at gera íløgur fyri 9.790.000 kr. Tær vóru 10.732.000 ella slakar 1 mió. meira enn mett.

Inntøkan var mett til 29.420.000,- kr. men roknskapartølini vísa, at inntøkan var 35.030.000,- kr.

Sostatt er yvirskotið eftir rakstur 9.884.000 kr. í mun til 4.105.000 kr, sum mett var. Ella við øðrum orðum: Úrslitið var slakar 6 mió. kr. størri enn mett.

Orsøkin til væl hægri inntøkuna, sigur bygdaráðsformaðurin, Sune Jacobsen, verða, at allar inntøkurnar, sum eru persónskattur, avgjøld av eftirløn og P/F skattur vóru væl hægri enn mett. Men tað kemur okkum øllum bara til góðar.

Nettoskuldin hjá kommununi við árslok var 12.925.000, sum er ein mió. minni, enn borgarstjórin boðaði frá í nýggjársskrivinum.