Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Avgusturin flensaður í morgun

Í morgun varð byrjað at flensa avgustin á hvalastøðini við Áir.

Tað er Bjarni Mikkelsen, sum stendur fyri arbeiðnum, og arbeitt verður komandi dagarnar.

Ætlanin er at konservera alla beinagrindina at brúka til framsýning seinni.

Skúlar og onnur eru vælkomin at hyggja at, meðan arbeitt verður.

Hetta er skittligt arbeiði og luktar illa, siga teir, so rátt verður til at vera ílatin eftir tí og veðrinum annars.