Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vetrardekkið hevur nógvar smáar foyrur / rillur í mynstrinum. Hesi gera dekkið smidligt og geva eitt gott vegtak á vátum og hálum vegum.

Avgerðandi munur á summardekkum, heilársdekkum og vetrardekkum

Vetrardekk um veturin og summardekk um summarið er avgjørt besta loysnin. ”Men hvussu við heilársdekkum?” – er ein spurningur, sum ofta kemur upp. Tá ið okkurt verður rópt ”heilársdekk” er tað væl tí, at tey eru góð og kunnu brúkast árið runt, hugsa mong. Tað er tó ikki so. 

Tíðindaskriv frá Super Dekk – First Stop

Taka vit støði í vetrardekkum, so er gummiblandið bleytari enn í summardekkum, og mynstrið á vetrardekkinum er sniðgivið til at virka best á vátum og køldum vegum og hava gott vegtak í kava og á ísi.
Summardekkið virkar best, tá ið tað er heitt í veðrinum, tí stívleikin í gummi’inum er øðrvísi, og yvirflatan er slættari. Hugsa bara um turrveðursdekk til rasarabilar, sum ikki hava mynstur, men eru púra sløtt fyri at hava besta vegtakið.

So koma vit til heilársdekkið, sum mynsturliga er eitt bland ella samanseting av hinum dekkunum. Dentur er tá lagdur á at virka betri um summarið ELLA um veturin, tí tað er ikki gjørligt at fáa gummibland og mynstur í einum og sama dekki at virka skilabest til ymisku veður- og hitaviðurskiftini, sum eru í ymsiku árstíðunum. Eitt heilársdekk er ein semja ella ein neyðsemja, men kann vera ein møguleiki, um tú ikki koyrir so nógv, koyrir stuttar túrar og kann lata bilin standa, um veturin av álvara vísir seg við kulda, kava og ísi.

Vilt tú hinvegin vera vís/ur í at kunna koyra árið runt við besta vegtaki, stytstu bremsilongd og besta vegfesti, og gagnnýta dekkini best møguligt fyri umhvørvið og búskapin, so er loysnin at velja dekk til árstíðina einasti farbari vegur, og minst til, at stendur tað M+S á síðuni á dekkinum, skulu øll dekkini hava sama M+S merki. Tað er ikki loyvt at blanda M+S merkt dekk við dekk uttan sama merki – heldur ikki á summardekkum og heilársdekkum. 

Tað er lætt at kenna vetrardekkið á mongu smáu foyrunum / rivurnum í mynstrinum. Tær gera dekkið smidligt og geva gott vegtak á vátum og hálum undirlagi. Summardekkið hevur í mun til vetrardekkið furur / rillur eftir longdini og sløtt mynstur. Heilársdekkið, sum er eitt eitt bland ella ein samanseting av vetrar- og summarmynstri, hevur munandi færri smáar furur / rillur í mynstrinum í mun til vetrardekkið og minni slætta yvirflatu í mun til summardekkið.

Kelda: Dækmagasinet nr. 16 – 08/2019