Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

AVE og Hamferð á G!

Tveir av bestu og best umtóktu tónleikabólkunum á føroyska tónleikapallinum AVE og Hamferð spæla á ársins G! Festivali. Fyri AVE verður hetta einasta konsertin hetta, ið eftir er av árinum.

AVE
Tað var í mars, at AVE sangarin Petur Pólson fekk blóðtøpp í heilan, og hóast bólkurin spældi á Faroese Music Awards tvær vikur seinni, so var tað uttan Petur. Hann hevur sett árið av til at koma fyri seg, og ætlaði tí ikki at spæla nakra konsert í ár. Men G! Festivalurin stendur hansara hjarta so nær, at hann ikki fekk seg at avlýsa framførsluna her. Tí verður hetta einasti møguleiki at uppliva AVE í ár. 

AVE er Benjamin Petersen og gubbi hansara Petur Pólson, teir hava altíð havt eitt serligt tónlistarligt tilknýti til hvønn annan. Men í 2010 fóru teir undir tónleikaligt samstarv, ið hevur fevnt soloútgávur hjá báðum. Í fjør kom so fyrsta felags útgávan AVE, ið er ein kloyvútgáva, har hvør av teimum eigur eina síðu.

Løgini vórðu skrivað á heysti í 2013. Benjamin hevði tikið lut á upptøkunum hjá Teiti Lassen til “Story Music”, og hesin arbeiðsháttur var nakað, ið talaði til hansara og gjørt var av, at AVE eisini skuldi takast upp eftir líknandi leisti.

Teir báðir fóru í upptøkuhøli saman við bólki. Tá so tørvur var á fleiri tónleikarum, varð ringt til vinir og kenningar, og tað var so heppið at allir vóru fúsir, og hvønn dag var onkur í studio og spældi eitthvørt ljóðføri.

Síðan kloyvútgávan hjá AVE kom út, eru løg sum Oyðin, Øskuhav og Arr tráspæld á øllum útvarpsstøðum, eins og bólkurin spældi hópin av konsertum í heyst og í vetur. Men nú verður so høvið at uppliva teir aftur.

Hamferð
Hamferð hava seinastu árini spælt meira í útlandinum enn heima, og hava veruliga gjørt vart við seg á nøkrum av størstur tungmálmsfestivalum uttanlands. Eins og stórar konsertferðir í Evropa hava verið á skránni, saman við bólkum sum Amorphis, Moonsorrow og Týr.

Útgávan “Evst” hevur fingið einastandandi ummæli bæði heima og úti, og tá bólkurin fyrr í ár valdi at nýta sólarmyrkingina til at spæla eina akkustiska framførslu av lagnum “Deyðir varðar” omanfyri Kvívík, gjørdist upptøkan viral og varð deild kring allan heim.

Við tilnevningini av Hamferð til Norðurlendsku Tónleikaheiðurslønina er kastljósið vent móti Hamferð og áhugin uttanlands er farin langt útum vanliga tungmálmsfjepparaskarðan.

Hetta er ein heiðursløn, ið tað ikki er vanligt, at listafólk innan pop, rokk ella tungmálm verða tilnevnd til, tí er tilnevningin eitt greitt tekin um, tað dygd og dýpd, ið liggur í tónleikaliga- og poetiska alheiminum hjá Hamferð.

Í løtuni arbeiðir bólkurin við nýggjum tilfari til komandi fløguna, ið væntandi verður at fáa fyrst í 2016. Hetta verður enn ein ferð inn í føroyskar sagnir og bólkurin lovar, at hetta verður sera tungt.