Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

AVE - einføld og góð

- hon ber boð um, at tað reina og einfalda ber á mál 

Tað er sanniliga ikki altíð tað tekniska og torføra skal fáa okkum við, tí tá eg havi sitið og lurta eftir útgávuni hjá Benjamin Petersen og Petur Pólson, fái eg eina góða kenslu av tónleikaligum hugna og at teir hava sett sær fyri at fáa tað stilla og einfalda gott og undirhaldandi. 

Ikki tí at tónleikurin er settur niður í støði, men at teir onkursvegna hava duga at fáa snøggu akkordirnar at verða einfaldar og kortini hava eina fyllu.

Petur og Benjamin hava her lagt eina stóra orku í at fáa tónleikin at verða “tempereraðan,” so at vit lurtarar fáa eina sokallaða ferð inn í tað “univers,” teir vilja hava okkum við inn í.

Tað er ikki so ofta eg fái hesa kensluna, men tá teir fáa sett orð á rekavið og grót og at fáa tað viðkomandi, eri eg sanniliga væl við, tí eg fái kensluna av at reka við og at verða førdur inn í eina tónleikaliga uppliving, teir báðir hava dugað við AVE.

Alt hetta við at tónleikur verður latin úr hondum er, at vit lurtarar skulu fáa eina kenslu av, at onkur hevur ein boðskap at bera okkum og so er tað upp til tann, ið vil hava okkum at keypa og lurta at lata henda í ein búna, sum fær okkum at føla kensluna av dygd og dugnaskapi – tað hava Benjamin og Petur sanniliga gjørt.

Báðir eru teir sprotnir úr tónleikaliga “paradísinum” í Gøtu, sum eg ofta havi staðið og undrast yvir, tí hvussu kann tað bera til, at úr hesi bygdini er komið so nógv gott og mennandi?

Tá eg var á konsertini hjá Eivør í Runavík, kom ein yvir til og spurdi, hvat eg helt um tað ið kom úr hansara bygd og kundi bara svara, at tað eru ikki bara hesar veldugu umstøðurnar, sum fáa okkum at skapa tónleik og list, men at hetta við at skilja og fáa tað besta úr tí smáa eisini kann koma langt.

Eisini innan teirra fyrisiting og fólkið er gott “forstáilsi” fyri mentanini, sum vit ofta ikki hava sæð aðrastaðni í landinum.

Útgávan AVE er eitt gott dømi um sprettandi lívið úr losjuni í Gøtu og tí, vit føroyingar nú kunnu heysta gott úr!** At útgávan fekk tann heiður hon fekk á FMA, ber aftur boð um, at tað ikki er so lætt at kom uttan um, at hon er eitt satt meistaraverk!

Tað eg dámi serliga er, at teir hava lagt seg eftir at ljóðblandingin skal hava eitt støði, har sangurin ikki verður doyvdur uttan at góði tónleikurin missir nakað.

AVE eigur ta plássið, teir hava fingið sær!

Fríðálvur A. Jensen