Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

AVE á G! við nýggjum løgum

AVE er nógv at hoyra í útvarpi fyri tíðina við lagnum “Arr”, G!Festivalurin kunnger í dag, at bólkurin verður á skránni í ár, og samstundis hevur bólkurin lagt tvey løg út á G! heimasíðuna.

AVE er Benjamin Petersen og Petur Pólson. Síðani 2010, tá hesir fóru undir tónleikaligt samstarv, hava teir latið frá sær “Transit” hjá Petur Pólson, sum Benjamin framleiddi, skrivaði løg til og var tónleikari á. “Ghost With Skin” hjá Benjamin, sum Petur skrivaði tekstirnar til. Harumframt hava teir skrivað jólasangin Jól For Fanin, vunnið 3. heiðursmerki í Amnesty sangkapping við sanginum Brendar brýr.

Benjamin og Petur byrjaðu at tosa um eina kloyv-útgávu longu í 2012.

Ætlanin var at gera eina plátu, har teir høvdu hvør sína síðu. Hetta varð lagt á hillina eina tíð, men so móti endanum av 2013 fóru teir av álvara at tosa um at gera hetta til veruleika.

Løgini vórðu skrivað á heysti í ’13 og verkætlanin fekk heitið “Ave” (sum í veruleikanum var tað fyrsta, ið hendi. “AVE” var heitið frá fyrsta degi, tosað varð um hetta). Benjamin hevði tikið lut á upptøkunum hjá Teiti Lassen til “Story Music”, og hesin arbeiðsháttur var nakað, ið talaði til hansara og gjørt var av, at AVE eisini skuldi takast upp eftir líknandi leisti.

Í januar vóru upptøkurnar gjørdar. Ein vika varð sett av, har alt tilfarið skuldi spælast inn live í nýggja studionum, sum Mikael Blak og Benjamin hava saman, Studio Bunkarin.

Bólkurin, sum spældi inn var, umframt Benjamin og Petur, Mikael Blak (bass, keyboards, mandolin) og Jan Rúni Poulsen (trummur, harpu). Knút H. Eysturstein spældi keyboads á flestu sangunum. Tá so tørvur var á fleiri tónleikarum, varð ringt til vinir og kenningar, og tað var so heppið at allir vóru fúsir, og hvønn dag var onkur í studio og spældi eitthvørt ljóðføri.

Eftir eina viku vóru 11 løg upptikin. 5 hjá Benjamin, 5 hjá Peturi og so eitt lag, “Arr”, sum teir gjørdu saman. Benjamin ljóðblandaði upptøkurnar í Studio Bunkarin, áðrenn tað varð sent til Dave Collins í Los Angeles til mastering. Fyrsta staklagið “Arr” varð sent út í mai mánaða og hevur tað verið at hoyrt øgiliga nógv síðani.

Hoyr løgini Øskuhavn og Oyðin á gfestival.fo, Petur syngur “Øskuhavn” og Benjamin “Oyðin”

Beinleiðis leinkja:
http://www.gfestival.fo/foeroyskt/tidindasavn/grein/?tx_ttnews[tt_news]=1550&cHash=1b6cf058f4bf931114c66deb79eee173