Avbera væleydnað Reyða Kross-innsavning
Her var nógv gott fólk og nógv rokilsi í sambandi við, at fólk skuldu innskriva seg og velja rutur í sambandi við landsinnsavningina hjá Reyða Krossi. Borgarstjórin Heðin Mortensen var mitt í rokanum.
Boðskapurin var einfaldur: Nýt tríggjar tímar av tíni tíð leygardagin 1. oktober til landsinnsavningina hjá Reyða Krossi Føroya. Tú gert stóran mun! Tey vóru væl móttikin, hvar enn tey komu. Føroyingar stuðlaðu enn einaferð.
Í Havn vórðu 110 bússur útflýggjaðar til fólk, sum hava nýtt í miðal eini tríggjar tímar hvør til at ganga kring býin og banka á dyrnar hjá fólki. Uttan fyri Havnina eru 262 bússur útflýggjaðar til álitisfólk, ið standa fyri innsavniningi.
Reyði Krossur Føroya takkar øllum hjartaliga, sum stuðla. Væntandi verður úrslitið frá landsinnsavningini 2011 greitt í seinnu helvt av vikuni.
Nakra staðni fara innsavnarar, ið ikki fingu gingið leygardagin 1. oktober, at ganga í hesi vikuni.
Kelda: www.torshavn.fo