Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ávaringarskipan við tunnil virkar sum hon skal

FERÐSLUTRYGD: Tað var onki galið við ávaringarskipanini uttan fyri Leynatunnilin, tá ein kranabilur fríggjadagin í síðstu viku var fyri óhappi í tunlinum, har bilførarin tíverri fekk skaða.

Bilóhappið í Leynatunlinum fríggjadagin í síðstu viku kann ikki brigdast sjálvvirkandi ávaringarskipanini, har bummur fer niður og sperrar fyri innkoyring í tunnilin, um eitt akfar er ov høgt fermt.

Kanningar hjá Landsverki av ávaringarskipanini vísa, at onki var galið við skipanini, tá kranin á einum lastbili, sum ikki var lagdur saman og tí var alt ov høgt uppi, tók í portalin við tunnilsmunnan. Bilførarin misti tískil tamarhaldið á bilinum og rendi inn í tunnilsveggin.

Ávaringarskipanin er soleiðis háttað, at hon ávarar, um eitt akfar antin er ov høgt ella fermt ov høgt. Skipanin er ikki roknað til at ávara, tá einhvør lutur á einum akfari stingur ov høgt upp í loft. Skuldi skipanin gjørt hetta, var hon alt ov fíntfølandi og hevði tískil í tíð og ótíð latið bummin sperra vegin. Til dømis í grovum kavaælingi, ella tá eitt nú fuglur flýgur inn í signalið, sum aktiverar bummin og fær hann at steðga ferðsluni.

Nýggja útgerðin í Leynatunlinum er tískil sera viðkom og tænir sum liður í eini royndarverkætlan hjá Landsverki. Henda verkætlan hevur til endamáls at verja útgerðina, sum hongur í tunnilsloftinum, og at tryggja aftan fyri koyrandi bilførarar ímóti, at partar av møguligari brotnari útgerð detta niður, ið kunnu hótta ferðslutrygdina hjá hesum bilførarum. Tað er fleiri ferðir hent, at ov høgt fermd akfør hava skrætt útgerð undan tunnilsloftum.