Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ávaring ímóti “ókeypis” faldarum

Nú er aftur boðað frá, at føroyskar fyritøkur verða lokkaðar at taka av tilboði um ókeypis faldara. Trupulleikin er bara tann, at einki her í heiminum er ókeypis.

Endamálið er einfalt. Útlendska fyritøkan, sum framleiðir faldararnar, skal bara hava ein lista við tínum veitarum "afturfyri". Hesir fáa so tað frálíka tilboðið at lýsa í tínum faldara – og her endar alt prát um "ókeypis".

Sølufólkini hjá fyritøkuni seta seg síðani – í tínum navni – í samband við tínar undirveitarar. Í byrjanini er tónin vinaligur og eggjar til samstarv og stuðul. Eydnast tað ikki, so verður tónin hvassari. Samskifti, vinnugreinafelagið hjá føroysku reklamuvinnuni, kennir til dømir, har veitarar enntá eru hóttir - óbeinleiðis skrivliga og beinleiðis munnliga.

Methøgir lýsingaprisir

Lýsingaprísirnir eru methøgir. Frá smáum 8.000 kr. fyri lýsing í visittkortstødd til 35.000 kr. fyri eina heilsíðulýsing. Í hesum prísdøminum er tað fyri at lýsa í 2.500 faldarum, sum eingin trygd er fyri nakrantíð verða sendir út. Til samanberingar kostar ein heilsíðulýsing í landsdekkandi føroysku bløðunum tað sama, sum ein "visittkortlýsing" í 2.500 faldarum. Sostatt stendur lýsingavirðið á ongan hátt mát við kostnaðin.

Mælt verður tí frá at lata seg lokka av slíkum tilboðum.